Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Ábøtur í Sumbiartunlinum

Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir eru um at gera ábøtur í Sumbiartunlinum, og nær?

2. Nær kann roknast við at t.d. ljósviðurskifti, radiosamband, nógva støvið í tunlinum o.a. kemur í rættlag?

3. Er tað nøktandi, at ongin ventilatión er í tunlinum?

4. Lýkur tunnilin øll trygdar- og brunakrøv, og er tilbúgvingin nøktandi? 

Viðmerkingar:
Viðlíkahald og dagføringar av tunlum er týdningarmikið bæði fyri trygd og tryggleika hjá teimum koyrandi. Tunnilin hevur nú nøkur ár á baki, og trygdarkrøvini, sum vóru,tá ið tunnillin varð gjørdur, eru ikki tey somu sum í dag.

Tað er eyðsýnt, at tunnilin til Sumbiar krevur ábøtur. Fá ljós lýsa í tunlinum. Nógv støv er, sum leggur seg á vegin, sum gerst hálur. Tunnilin er 3.000 metrar og ongin ventilatión er í tunlinum, og spurningurin er, um tað er nøktandi.

Somuleiðis verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá, um tunnilin lýkur øll bruna- og trygdarkrøv, og um tilbúgvingin á staðnum er nøktandi skuldi eitt óhapp hent.

Eisini verður landsstýrismaðurin biðin at greiða frá, hvørjar ábøtur og 
dagføringar roknast kann við verða gjørdar, og nær roknast kann við, at hetta verður gjørt. 

Á Løgtingi, 16. mai 2022
Sirið Stenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo