Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Valfeløgini hjá Samgonguflokkunum í Norðoyggjum og Vágum krevja at bummgjaldið fellur burtur og vanligt veggjald verður goldið fyri at koyra til og frá økjunum.

Almennu tunnilsfeløgini diskriminera Norðoyggjar og Vágar við at eykaskattað einastu vegakervini, ið føra til økini.

Tilsamans eru Vága og Norðoyatunnilin 11126 metrar langir.

Ein vanligur tunnil kostar 700 kr/m í viðlíkahaldi árliga.

Ein undirsjóvartunnil kostar 775 kr/m í viðlíkahaldi árliga.

Tað gevur hesi úrslit í viðlíkahaldskostnaði um árið:

Undirsjóvartunlar

11126 metrar

8.622.650 kr/ár

Vanligur tunnil tilsvarandi

11126 metrar

7.788.200 kr/ár

Munur á viðlíkahaldi/ár.

 

834.450 kr/ár

Omanfyrinevnda vísir, undirsjóvartunlarnir kosta 834 t krónur meira í viðlíkahaldi enn ein vanligur tunnil, har veggjald fíggjar viðlíkahaldið.

Hví skulu tunnilsfeløgini krevja 30 milliónir meira enn hvat krevst til víðlíkahald av undirsjóvarpartinum av tunlunum?

Hví skulu tunnilsfeløgini krevja 22 milliónir krónur meira inn árliga, enn tað sum krevst til viðlíkahald av báðum undirsjóvartunlunum?

Hví skulu almenn partafeløg við roknskaparligum fiflaríið gera Borðoynna og Vágar til serlig avgjaldsøkir, við at skatta einastu innkomuvegirnar til økini?

Hví krevja 31 milliónir fyri at rinda góðar 800 t krónur?

Hví krevja 39 ferðir meira enn neyðugt er?

Bert útreiðslurnar til partafeløgini kosta meira enn alt viðlíkahald av Vágatunlinum árliga.

Nøkur royna at miðla boðskapin bert 3 krónur, bert 20 krónur.

Omanfyrinevnda vísir greitt, at 20-30 milliónir verða kravdar ov nógv inn frá økjunum um árið. Her er ikki talan um “bert ein 20 króna”- als ikki.

Her er talan um at økini verða mjólkaði fyri umleið 30 milliónir krónur ov nógv av tunnilsfeløgunum árliga.

Tá tað verður ført fram, at ein undirsjóvartunnil krevur eitt øðiliga stórt og heilt serligt viðlíkahald, er tað reint bluff.

Øll viðurskiftir sum asfalt, ljós , ventilatión o.a., er tað sama sum í øllum øðrum tunlum í landinum, har veggjald verður goldið fyri at koyra.

Einasti munur á eini vanligari tunnil og eini undirsjóvartunli er, at vatn skal pumpast úr undirsjóvartunlinum, har tað rennur út í eini vanligari tunnil.

Fyri Vágatunnilin er tann meirkostnaðurin knappar 300.000 kr árliga.

Nevndin kemur sjálv við besta argumentinum hví hon skal avtakast.
Nevndirnar í tunnilsfeløgunum tykjast í Dimmalætting 4.febr.22 sera bangnar fyri at verða avtiknar, hóast uppgávan varð lokin fyri fleiri árum síðani.

Bummgjaldið er nú fyrst og fremst vorðin til eina skipan, ið skal halda lív í nøkrum partafeløgum við at krevja inn tíggjutals milliónir í ólógligum eykaskatti frá teimum ið koyra til og frá økjunum har tunlarnir føra til. Fult gagn fæst ikki av tunlunum fyrrenn óneyðugu partafeløgini eru avtikin. Og tað skal henda nú.

Hendan skipan má tí avtakast nú.

Okkara niðurstøðan greið:
Landsverk eigur at viðlíkahalda undirsjóvartunlarnar og fáa oyramerktan pening til endamálið.

At gera Vágar og Norðoyggjar, umvegis almenn partafeløg, til serlig avgjaldsøkir má halda uppat beinanvegin. Vit kunnu als ikki góðtaka roknskaparliga fiflaríið, ið verður misbrúkt ímóti okkara økjum.

Nevndirnar fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin í Vágum og Norðoyggjum um framt Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo