Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsverk: Við jøvnum millumbilum tekur kjak seg upp um, hvussu framtíðar raksturin av verandi undirsjóvartunlum skal skipast, eftir at teir eru afturgoldnir.

Líka síðani farið varð undir teir báðar verandi undirsjóvartunlarnar, hevur tað ligið í kortunum, at almennu partafeløgnini, sum eiga og reka tunlarnar, skuldu avhenda tunlarnar til landið, tá teir vóru afturgoldnir.

Viðvíkjandi umsiting av innkrevjingarskipanum, so vísa tølini í roknskapunum hjá partafeløgunum Vágatunlinum og Norðoyartunlinum, at tað við núverandi tunnilsgjaldi kostar umleið 1,40 krónur, fyri at 1,0 króna skal liggja eftir til viðlíkahald. Við øðrum orðum fara tey 40 oyruni til at dekka útreiðslurnar til innkrevjingarskipanina og umsiting av undirsjóvarfeløgunum annars.

Landsverk vísir á, at tunnilsgjald, bummgjald og onnur brúkaragjøld eru skilagóð at nýta til at fíggja størri íløgur, sum bæði verandi og komandi undirsjóvartunlar eru og verða fíggjaðir við. Men tá skuldin er burtur, og gjaldið er komið so langt niður, at tað bert fer til at fíggja raksturin, er ikki talan um eina haldgóða loysn, tí tá gerast umsitingarútreiðslurnar lutfalsliga alt ov høgar, sum víst verður á omanfyri.

Sum er, fer bert ein partur av vegskatti og skrásetingargjaldi til rakstur og viðlíkahald av vegakervinum, sum hesi gjøld upprunaliga vórðu ætlaði til. Pláss er tí fyri eisini at fíggja raksturin og viðlíkahaldið av verandi undirsjóvartunlum við hesum inntøkum.
 
Um ikki beinleiðis lata verandi vegskatt og skrásetingargjøld fara til vegakervið, og harvið lata verandi akfarsgjøld, sum borgarin longu rindar, fara til rakstur og viðlíkahald av landsins vegum, so er ein annar háttur at fíggja hesar uppgávur at hækka bensin- og oljuavgjøldini á akfør. Við at hækka tey 16 oyru, dekkar hetta rakstur og viðlíkahald av Vágatunlinum. Við at leggja 37 oyru oman prísin fyri liturin, ber eisini til at fíggja rakstur og viðlíkahald av Norðoyatunlinum.

Skulu hesar rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðslur krevjast inn yvir vegskattin, uttan at taka upphæddina av fíggjarlógini frá tí, sum longu verður kravt inn, skulu 222 krónur leggjast afturat árliga gjaldinum fyri at fíggja Vágatunnilin. Fyri báðar tunlarnar verður talan um eina hækking á 500 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo