40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Árliga, afturvendandi tiltakið, ið børnunum dámar so sera væl, verður nú sunnudagin 11. februar kl. 14:00.

Tað er sjálvandi tunnuslátturin, ið danska sjóverjan skipar fyri, ið vit tosa um. Hesaferð er tað manningin á spildurnýggja skipinum Lauge Koch, ið stendur fyri tiltakinum.

Lauge Koch varð sjósett í 2016 og meira kann lesast um skipið - trýst her

Manningin gleðir seg til at fáa vitjan av børnunum og at síggja hvussu flott, grýluklødd tey eru. Vit heita á fólk um at kanna veðurvánirnar og at lata børnini væl í – tað kann gerast kalt á dekkinum.

Tvøroyrar Kommuna er donsku sjóverjuni sera takksom fyri, at hon er við til at gera føstulávint til nakað heilt serligt hjá okkara børnum og vónað verður, at tiltakið verður eins væl vitjað sum undanfarin ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo