Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt, og í tí sambandi boðaði Turið F. Arge, rakstrarstjóri, frá, at hon hevði ætlanir um at leita sær nýggjar avbjóðingar uttan fyri BankNordik-samtakið eftir 1. apríl.

Ein tíð er nú fráliðin, síðan sølan varð framd, og eftir drúgva umhugsanartíð hevur Turið F. Arge nú kortini játtað at halda fram í starvinum sum rakstrarstjóri og í samtaksleiðsluni.

“Eg eri sera fegin um, at Turið F. Arge hevur játtað at halda fram í BankNordik, og at hennara vitan og førleikar framhaldandi fara at koma samtakinum til gagns,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

Samtaksleiðslan í BankNordik er mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Rune Nørregaard, kreditt- og fíggjarstjóra og Turið F. Arge, rakstrarstjóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo