Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amnesty International Føroyar hevur sett Turið Mariu Jóhansdóttir í starv sum aðalskrivara.

Turið Maria er 35 ára gomul og er útbúgvin innan samfelagsvísindi.

Turið Maria er kent andlit í Amnesty. Í 2015 var hon í starvsvenjing hjá Amnesty, og var hon við at byrja arbeiðið at kanna umstøður kring neyðtøkur í Føroyum. Eisini hevur hon eitt tíðarskeið verið verkætlanarsett, har hon tilrættislegði undirvísing í mannarættindum hjá felagsskapinum. Turið Maria hevur drúgvar royndir i sjálvboðnum arbeiði í fleiri felagsskapum – eisini hjá Amnesty sum samskipari hjá sjálvbodnum og nevndarlimur. Turið Maria hevur drúgvar royndir í sam- og fyriskipan, bæði í dagliga arbeiðinum í Mentanarhølunum í Miðbýnum umframt í ymiskum felagsskapunum. Eisini hevur Turið Maria royndir úr øðrum felagsskapum sum aðalskrivari, stigtakari, sjálvboðin og nevndarlimur.

12 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar. Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Amnesty at seta Turið Mariu í starv.

Turið Maria Jóhansdóttir tekur við 1. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo