Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hægsti dómstólurin í Turkalandi hevur í dag annullerað samtykt frá 1934 sum gjørdi Aya Sofia-bygningin í Istanbul til eitt museum.

So nú stendur greitt at bygningurin aftur verður ein moska.

Tað var rómverski keisarin Justinian sum í ár 537 bygdi bygningin sum ein katedral. Í nærum túsund ár var hetta størsta kristna kirkjan. Men í 1453, undir Mehmet II sultani í osmanska ríkinum, gjørdist kirkjan til eina mosku.

So kom Mustafa Kemal Atatürk og stovnaði Turkaland og síðani 1934 hevur Aya Sofia verið eitt museum til stóra gleði fyri milliónir av ferðafólkum sum vitja Istanbul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo