Tað krevur fulla semju ímillum natolondini, um nýggir limir skulu takast uppí verjusamgonguna. Og nú Finnland og Svøríki knappliga hava fingið skund at koma við í Nato, hevur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at tað ikki verður við stuðli úr Turkalandi, at tað hendir. Tí norðulond kann eini ikki líta á, heldur hann.
- Yvirgangsfelagsskapir trívast væl í norðurlondum, hetta við svenskum og finskum natolimaskapi er ikki eitt mál, sum vit hava jaliga hugsan um, hevur hann millum annað sagt við Reuters.
Steen Kjærgaard, greinari, sigur við Ritzau, at mest sannlíkt er talan um enn ein leik í geopolitiska spælinum, sum hendir í hesum døgum.
- Turkaland hevur eisini gott samstarv við Russland, og vil royna ikki at traðka á tarnar hjá nøkrum í hesum døgum, sigur hann.
Mest sannlíkt heldur hann tað vera, at Turkaland fer at atkvøða blankt um natolimaskapin hjá teimum báðum norðurlondunum.
Finnland hevur longu sagt alment, at har er ynskið at sleppa uppí Nato sum skjótast, og Svøríki væntast mánadagin at melda alment út, hvørji ynskini har eru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo