Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Torradagar eru í Klaksvík. Nú verandi fiskiloyvir ganga út um minni enn eitt ár høvdu mong leitað sær á Skúlatrøð at hoyra, hvørja skipan vit nú fara at fáa.

Men fólk fóru heim sum av torvheiðum. Meira turrgelt orðaskifti skal ein leita leingi eftir. Høgni Hoydal sá so smílandi út undir øllum tjakinum. Var tað spinn? Ella var hann kroystur?

Tað kom ikki eitt einasta konkret svar frá Høgna Hoydal. Tá hann fekk kritiskar spurningar – m.a. grundað á eina samrøðu við Johnny í Grótinum – var heilt týðuligt, at spurningarnir komu illa við hjá honum. 

Serfrøðingabólkurin hjá Høgna Hoydal sigur nevniliga, at uppskotið hjá Fiskimálaráðnum at koyra øll fiskirættindi yvir eina uppboðsølu ikki er nøktandi.

Skal fiskivinnan bera boð í bý, má fiskivinnan hava langtíðarloyvir.

Serfrøðingabólkurin kann møguliga strekkja seg til eina kombinasjón av langtíðarloyvum og eini avmarkaðari uppboðssølu.

Aksel V Johannesen, sum annars var á heimabeiti, sá út til at vera heilt ráðaleysur. Tá hann bleiv settur uppá pláss av Hanus Hansen kønkaði hann eitt ella annað um prosentir, sum ongin skilti.

Tað er heilt týðuligt, at samgongan ikki hevur ánilsi av, hvat hon veruliga vil. Høgni Hoydal hevur ongantíð viljað nakra semju – tí hann dugir snøgt sagt ikki at hugsa í semjum.

Aksel V Johannesen hevur telvað seg uppí ein krók, og er bundin millum tveir fantastar:

Høgna Hoydal og Poul Michelsen.

Poul vildi annars vera við, at hann var ein liberalist. Eg visti ikki av, at ein liberalist hevur sum aðalmál at taka verandi rættindir frá reiðarum fyri síaðni at útluta hesi til nýggjar aktørar. Ljóðar ógvuliga lítið liberalistiskt í mínum oyrum.

Tað er eitt alment loyndarmál, at tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum er alt annað enn samd. Tað fær valla verið øðrvísi, tá Hanus Hansen uttan at blíva mótsagdur kann greiða frá, at verður uppskotið hjá samgonguni gjøgnumført, má Kósin steingja, og fleiri skip hjá honum seljast.

Á fundinum kom eisini greitt fram, at sjálvt fakfeløgini átala harðliga uppskotið hjá samgonguni um eina uppboðssølu.

Tí er trupult at verða Aksel V Johannesen.

Orðaskiftið avdúkaði eisini heilt skilliga, at tað verður eingin semja millum Høgna Hoydal og Bárður Nielsen.

Frástøðan millum teir er snøgt sagt ov djúp.

Bárður Nielsen segði, at hann undir ongum umstøðum vil ganga við til eina skiftisskipan, har endin verður, at øll loyvir skula yvir eina uppboðssølu.

Hettar er annars kardinalpunktið hjá Høgna, sum hann ikki sleppur, so har verður eingin semja.

Niðurstøðan av fundinum er heilt greið.

- Samgongan hevur í veruleikanum einki boð uppá eina nýggja fiskivinnuskipan og tað er eingin møguleiki fyri eini breiðari semju.

Niðurstøða: Vit fáa onga fiskivinnunýskipan 1. januar 2018. Tað mesta sum kann henda er, at verandi skipan verður longd fyribils, nakað sum verandi lóg eisini leggur upp til, við tað at verandi loyvir kunnu endurnýggjast í upp til 5 ár.

Ólavur

Sí tjakið her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo