Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

SST og Fjallasúkklufelagið skipaðu fyri FM í fjallasúkkling í vikuskiftinum. Leygardagin bleiv kappast í MTB XCO, og sunnudagin í MTB XCC.

Leygardagin var økið við Hotel Føroyar og gøturnar framvið Oyggjarvegnum karmur um tí sokallaðu Cross Country kappingina. Tá bleiv koyrt í 90 minuttir. Sunnudagin bleiv aftur kappast, og tá vóru gøturnar kring Eiðrargarður karmur um Criterium kappingina. Tá bleiv koyrt í 30 minuttir.

Hóast ymiskar til longdar, so var vinnarin hin sami. Helgi W. Olsen vann bæði leygardagin og sunnudagin. Báðar dagar vann hann sannførandi, og báðar dagar legði hann hart út og legði skjótt frástøðu aftur til allar sínar kappingarneytarnar.

Leygardagin royndu Hilmar Hansen og Dávur Magnussen at halda tørn, tá Helgi reyk avstað. Teir vóru treiskir, men her er Helgi á "heimavølli", og tá so rutan bæði var fysiskt hørð og tekniskt krevjandi, so gekk ikki long tíð fyrr enn Helgi hevði lagt góða frástøðu aftur til hinar.

Teknisku snildurnar og fysikkin hevur Hilmar, eins og Helgi, eisini. Hóast at Dávur er okkara sterkasti landavegsúkklari, so var rutan leygardagin so mikið krevjandi tekniskt, at hann løtu seinni mátti sleppa bakhjólinum hjá Hilmar, sum nú royndi alt hann var mentur at leggja frástøðu aftur til Dávur, fyri á tann hátt at tryggja sær annaðplássið.

Gull og gull

. Helgi legði út við fullari styrki, og kappingin var ikki meir enn skotin ígongd, so hevði Helgi lagt flestu súkklarar afturum seg.

Hilmar Hansen helt tørn eina løtu, men eisini hann mátti ásanna, at Helgi aftur sunnudagin var bæði sterkari, kringari og stinnari.

Góð uppmøting og gott lag
Báðar dagarnar var góð uppmøting. Og báðar dagar bleiv kappast á middagsleiti.

Tá luttakarar vaknaðu leygarmorgunin, so var tað ongin sum roknaði við, at tað bleiv kappast tann dagin, so ringt var veðrið. Men sum klokkan gekk, so bleiv veðrið betur og betur, og tá kappingin byrjaði var vindurin minkaður nógv, og grái himmalin gjørdist alt meira bláður. Og sólin byrjaði at kaga fram. Smílið vaks tí á luttakarunum tá tað nærkaðist kappingarbyrjan.

Tað hevði sum sagt regnað av grimd undan kappingini, og tað hevði við sær, at tað var rættiliga vátt á rutuni.

Á rutuni vóru nøkur strekkir, har lendi var rættiliga grótut, og hetta darvaði teir luttakarar sum ikki høvdu somu teknisku førleikar sum okkara bestu fjallasúkklarar hava.

Eisini bøurin var hálur at koyra á, og av somu orsøk fór eisini onkur súkklari um koll har. Runu upp um bæði oyru og hesir líktust tí kanska fólki á veg til føstulávuntsveitslu. Men lagið var gott, og tann sum ikki smíltist um runuklæddu súkklararnr, teir smíltust kanska um gleðina um at hvørki øksl ella albogi fór av lið í fallinum.

Tryggur sigur
Helgi brúkti 1 tíma, 25 minuttir og 32 sekund um tey fimm umførini. Sannførandi sigur til Helga, og tá avtornaði vann Helgi við tíggju minuttum á nummar tvey, sum gjørdist Hilmar Hansen. Hilmar brúkti 1 tíma 35 minuttir og 23 sekund um teinin.

Leigngi var speningur um hvør fór við bronsuni. Tíðliga í kappingini kappaðist Dávur um silvurið. Sum kappingin leið nærkaðist Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen Dávur, og á næstseinasta umfari fingu Andrass og Gunnar, Dávur aftur. Tætt var millum Andrass og Gunnar alla kappingina, men í  síðsta umfari økti Gunnar, og løtu seinni fór hann triðjur um málstrikuna. Gunnar brúkti 1 tíma 40 minuttir og 7 sekund um tey fimm umførini.

Hjá kvinnum vann Elsa Berg. Meðan menninir koyrdu fimm umfør, so skuldu kvinnurnar koyra trý umfør. Elsa var einasta kvinnan sum luttók leygardagin, og Elsa brúkti 1 tíma 38 minuttir og 55 sekund um tey trý umførini.

Raðfylgjan var tann sama sunnudagin. Helgi vann, Hilmar næstur og Gunnar gjørdist triðjur um mállinjuna.

Andrass Joensen var ikki við sunnudagin, men tað var Jan Hjaltalin Olsen, sum í nógv ár hevur verið ein av okkara stinnu landavegsúkklarum.
Jan koyrdi væl sunnudagin og leingi var tað hann sum "bardist" um triðjaplássið saman við Gunnar. Eisini sunnudagin var hált, og Jan var óheppin og datt. Hann var skjótur upp á hestin aftur, men nú var frástøða komin millum Jan og Gunnar, sum løtu seinni, annan dagin á rað, fór Gunnar við bronsuni.

Birita Poulsen FM vinnari
Hjá kvinnum luttóku nú tvær. Elsa Berg luttók ikki, men tað gjørdu Birita Poulsen og Anna Sofía Zachariassen. Birita vann og Anna Sofía nummar tvey.

Sigurin hjá Biritu var tryggur. Tað var væntandi, eftirsum Birita hevur súkklað kapp í fleiri ár, og eisini umboðað Føroyar, tá hon á føroyska landaveglandsliðnum vann sær góð úrslit á Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017.

Fjallasúkklufelagið og SST skipa fyri trimum FM kappingum, og triðja og seinasta FM kappingin verður komandi vikuskifti, tá kappast verður í MTB XCM, ið er stytting fyri cross country marathon í fjallasúkkling. Kappast verður leygardagin 31. oktobur og kappingin byrjar kl 13.

Úrslit frá FM 2020 síggjast her:
www.sst.fo/urslit/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo