Tvær kvinnur doyðu í einum palestinskum rakettálopi móti Ashkelon har suðuri í Ísrael, upplýsur stjóri í ambulansutænastuni.
Sambært Times of Israel rakti rakettin eitt íbúðahús.
Fleiri fingu skaða.
Í morgun var eisini sagt at minst 25 palestinar, millum teir níggju børn, eru deyð í Gaza. 107 palestinar eru skaddir, upplýsa heilsumyndugleikarnir á staðnum, sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo