Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið: Í sambandi við, at nýggj og dagførd rættargangslóg fyri Føroyar kom í gildi 1. januar 2021, eru tvær nevndir, sum heilt ella partvís hava verið mannaðar við løgtingsmonnum, avtiknar.

Onnur er Lokalnevndin, ið hevur viðgjørt klagur um løgregluna og almenn mál um løgregluna. Í Lokalnevndini hava sitið fýra løgtingsmenn, fútin, tveir løgreglumenn umframt ein advokatur í sambandi við klagumál.

Frameftir fer óhefti Politiklagumyndugleikin í Danmark at viðgera klagur um politiið í Føroyum.

Hin nevndin, ið varð avtikin 1. januar 2021 var tann, sum sambært gomlu rættargangslógini hevði eftirlit við varðhaldsfangum. Hon var mannað við tveimum løgtingsmonnum.

Broytingarnar eru fevndar av Lov nr. 964 af 26. juni 2020 om Retsplejelov for Færøerne.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo