Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar kommuna: Tónleikarar og listafólk hava einki alment virksemi, nú korona ger um seg. Tí fara tey í Tórsgøtu at skipa fyri beinleiðis tiltøkum, har endamálið er at stuðla listafólki og fjálga um føroyingar.

Heilt nógvir bólkar høvdu nógv á skránni í mars, men so kom korona og hálaði stikkið úr. Men nú kunnu tónleikarar seta stikkið í aftur, tí beinleiðis konsertir verða í næstum stroymdar úr Reinsarínum.

Í fyrstu atløgu er talan um tvær konsertir um vikuna.

- Hetta skapar inntøkur til okkara tónleikarar, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs.

- Vit arbeiða eisini við at skipa fyri øðrum mentanartiltøkum sum bókaframløgum, upplestri og øðrum, sigur forkvinnan í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo