Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag seinnapartin var lítil samkoma í Posthúskjallaranum í sambandi við, at Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen hildu 25 ára starvsdag í barnatannrøktini.

- Her er veruliga talan um trúføst starvsfólk við drúgvum royndum, sum skapa trivnað og tryggleika í gerandisdegnum – bæði fyri starvsfólk og sanniliga eisini fyri borgaran. Trúgv starvsfólk bera eisini boð um eitt gott arbeiðspláss, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Og júst tí hevur trúfesti og áhaldni í starvinum so stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu. Hetta, at vit vita, at okkara býur og alt, sum fær býin at virka, er í tryggum, dugnaligum og vælvandum hondum.

- Vit eru her í Posthúskjallaranum til hesa hátíðarløtuna, nú tvey drúgv starvsfólk hava rundar starvsdagar á tannlæknastovuni.

- Brynhild Zachariassen hevur verið í starvi sum tannlækni í 25 ár. Og Maria Simonsen hevur somuleiðis verið 25 ár í starvi sum hjálparfólk í barnatannrøktini.

- Tá tit báðar hava starvast á sama staði í so mong ár - so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi góðan stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað fyrimyndarliga væl. Helst er tað bæði. 

- Tit eru øll partur av einum sera góðum toymi á Tannlæknastovuni, og tit munnu eiga tykkara stóra lut í, at Tannlæknastovan hevur so gott orð á sær millum havnarfólk og føroyingar.

---

Brynhild varð sett í starv sum tannlækni á Tannlæknastovuni í Tórshavnar Kommunu í fleiri stigum. Tá ið Brynhild var 28 ára gomul byrjaði hon í starvi hjá Hans Olaf Hansen, tannlækna í Klaksvík, og seinni avloysti hon Erling Simonsen, sum øll børn í Føroyum enn syngja um.

Síðani varð hon sett í avloysarastarv fyri Sigrid, sum var tannlæknastjóri í farloyvi. Og eftir tað varð hon sett í fast starv í barnatannrøktini 1. januar 2000.

- Brynhild er fødd í Keypmannahavn, og hon var barn, tá ið familjan flutti inn á Skála at búgva. Pápin var tá vorðin stjóri á Skála Skipasmiðju. Her búleikaðist familjan barna- og ungdómsárini hjá Brynhild, ið tók studentsprógv í Gøtugjógv.

- Mamman, Marita, er ættað av Selatrað og pápin, Óli, er uppvaksin í Fuglafirði, við sterkum bondum til Norðragøtu og Jákupsstovu. Marita og Óli fluttu seinni til Havnar og búgva nú á Íslandsvegnum.

- Brynhild er eisini vorðin havnardama og býr í Vesturbýnum saman við sjeikinum, Johnleifi Joensen, sum er ættaður úr Skálavík.

- Sum starvsfelagi er Brynhild bæði fakliga dugnalig og samstundis sera sosial. Hon er altíð til reiðar at skemta og at undrast uppá ein góðan máta.

- Seinastu skjótt tíggju árini hevur Brynhild starvast á Landssjúkrahúsinum mánadagar. Hetta kom í lag eftir áheitan frá Landssjúkrahúsinum og Tannlæknafelagnum. Á Landssjúkrahúsinum hevur hon tikið sær av teimum børnum, ið ikki megna at fáa vanliga tannlæknaviðgerð og tí noyðast at verða burturdoyvd. Eisini her er Brynhild ein álítandi og dugnaligur tannlækni.

- Brynhild og Ann-Britt Midjord hava øll árini fylgst í Tórsgøtu. Ann-Britt hevði 25 ára starvsdag á heysti 2020, og sostatt byrjaðu tær í barnatannrøktini um somu tíð.

---

- Maria Simonsen var 26 ára gomul, tá ið hon byrjaði í barnatannrøktini. Tað bleiv ein sannur fongur fyri øll, at Maria kom at arbeiða á tannlæknastovuni. Maria er ein trúgvur starvsfelagi, ið stillisliga fær arbeiðið at glíða.

- Maria er fødd í Havn og uppvaksin undir Heygnum. Pápi hennara, Trigvi, er ættaður úr Kvívík og mamman, Rosa, var úr Funningi. Maria er gift Atla Simonsen, leiðara á verkstaðnum hjá Tórshavnar kommunu.

- Atla kenna vit sera væl, tí tað er hann, sum hevur ábyrgd av verkstaðnum og tekur sær av øllum akførunum hjá kommununi.

- Maria og Atli eiga eini deilig hús í Javnagøtu, sum liggja sera væl fyri og nær náttúruni.

- Á tannlæknastovuni er Maria partur av toyminum, sum sóttreinsar tannlæknaútgerð. Hetta er sera umráðandi, tí vit vita, at á tannlæknastovuni má reinføri koma í fremstu røð.

- Maria skipar harumframt í stóran mun fyri floksundirvísingini í tannrøkt - alt á stillføran og skjótan hátt. Undir koronu hevur tó ikki borið til at farið út á skúlarnar at undirvísa í tannrøkt og at busta tenn við børnunum.

- Maria er eisini álitið á tannlæknastovuni, tá ið um ræður at krevja inn til gávukassan og síðani skipa fyri at avgreiða kort, gávu, borðreiðing, handan og alt annað, sum er so sera umráðandi fyri trivnaðin á arbeiðsplássinum.

---

- Hetta er ein stórur dagur hjá tykkum báðum. Latið okkum njóta hesa løtuna saman við góðum starvsfeløgum.

- Eg fari at takka tykkum báðum fyri drúgva tænastu og gott samstarv og fari at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum og blíðan byr, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði gávur og blómur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo