Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Havstovan: Sum partur av fyrilestrarøðini “Vísindavøkan á ferð 2017” fer Sólvá Káradóttir Eliasen frá Havstovuni at halda tveir fyrilestrar við heitinum: “Hvussu ávirka havfrøðilig viðurskifti gróðurin á Landgrunninum?” Tann fyrri fyrilesturin verður í Oyndarfjarðar skúla 19. september kl. 19:30. Tann seinni verður í Studentaskúlanum í Hoydølum 27. september kl. 10.

Fyrilestrarøðin “Vísindavøkan á ferð 2017” byrjaði 13. september og endar 28. september. Í hesum tíðarskeiði halda nærum 30 granskarar gott 50 fyrilestrar kring landið. Sjálv Vísindavøkan 2017 verður fríggjadagin 29. september frá kl. 8.00 til á leið kl. 18.00. Hon verður aftur í ár í Tórsgøtu, í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum.

Meira kann lesast um vísindavøkuna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo