Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Á Kvøldskúlanum í Havn hava aftur tveir flokkar av næmingum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, tikið skeið í máli og mentan. Tað meldaðu so nógv til hesaferð, at neyðugt var at hava tveir flokkar, ein fyrrapart og ein seinnapart.

Hjá fyrrapartsflokkinum, tey vóru 16, sum fingu váttan fyri at hava lokið skeiðið, var Bergljót av Skarði undirvísari.

Hjá seinnapartsflokkinum, tey vóru 8, sum fingu váttan fyri at hava lokið skeiðið, var Guðrun Eysturlíð undirvísari.

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli skipar í samstarvi við Mentamálaráðið og Arbeiðsloysisskipanina (ALS) fyri undirvísing í føroyskum fyri fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skeiðið er tó ikki ætlað norðurlendingum. Næmingarnir læra føroyskt mál og um føroyska mentan.


Undirvísingin fer fram í hølum hjá Tórshavnar Kvøldskúla og byrjaði mánadagin 9. januar 2017. Undirvíst hevur verið í 20 vikur mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 09 til 13. Skeiðið endaði við innanhýsisroynd, og hvør næmingur fær váttan um luttøku og eina læraraviðmerking.

Tórshavnar Kvøldskúli skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Tilmeldingin er á heimasíðu skúlans www.kvoldskulin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo