Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fimm nýggjar bøkur til børn og ung eru nú í handlunum, og í rúgvuni hesaferð eru ikki minni enn tveir debutantar! Talan er um Jenny Kjærbo og Rannvør Isholm, sum báðar hava skrivað sína fyrstu barnabók.

Fimm nýggjar bøkur til børn og ung eru nú í handlunum, og í rúgvuni hesaferð eru ikki minni enn tveir debutantar! Talan er um Jenny Kjærbo og Rannvør Isholm, sum báðar hava skrivað sína fyrstu barnabók.

Áh Óh
Jenny Kjærbo hevur bæði skrivað og teknað stuttligu og øðrvísi lundasøguna um Lundapisuna, sum skal verða stórasystir – ella er tað nú stóribeiggi?

Ein dagin er knappliga eitt egg í holuni. Mamman og pápin eru so forlipt. Hvar er hetta eggið komið frá? Tað veit Lundapisan ikki. Hon veit heldur ikki, hví mamman og pápin eru so forlipt, og henni dámar hetta einki.

Nýggja smábarnabókin er 24 blaðsíður og er innbundin.

Alda
Rannvør Isholm hevur skrivað hesa fittu og viðkomandi søgana um, hvussu tað er, tá ið annað foreldrið arbeiðir langt heimanífrá.

Pápi Aldu siglur. Tá ið hann er heima, sleppur Alda at gera næstan alt, sum hon vil. Og tey hava ikki skund. Men skjótt er pápin farin avstað aftur, og hóast Alda er kedd um, at pápin er farin, so skal hon í barnagarð. Tíbetur eru Finn og Lív eisini í barnagarði, og saman fara tey á eina ævitýraferð at leita eftir pápanum, sum siglir úti í stóru verð. Á ferðini upplivir Alda tó, at hon ikki er einsamøll, sjálvt um henni leingist eftir pápanum.

Fitta og litfagra myndabókin er eitt upplagt val til øll barnagarðsbørn.

Myndprýðari er Bjørk Bjarkadóttir, sum eisini myndprýddi bókina ‘Skrímsli, lítla systir mín’. Bókin er 42 blaðsíður og er innbundin.

Tríggjar tekstbøkur til børn og ung
Ulf Stark, Thomas Halling og Patrick Ness hava skrivað tríggjar rættiliga ymiskar bøkur, sum snúgva seg um alt frá at vera lítil og sterkur til at vera stórur og bangin.

‘Lítil og sterkur’ er eitt savn av sniðfundigu og væl kendu søgunum hjá Ulf Stark um seg sjálvan. Nýggju fittar og sjarmerandi søgur um børn, sum hóska seg væl at lesa fyri teimum 6-9 ára gomlu. Bókin er 140 blaðsíður og er innbundin. Laura Joensen týddi.

Tað serliga við søguni í ‘Elsa 12/Elias 12’ eftir Thomas Halling er, at vit hoyra hana úr tveimum sjónarhornum, tí hjá Elsu og tí hjá Eliasi. Ein genta og ein drongur, sum eru so ymisk og tó. Ein góð, spennandi og løtt sjálvlestrarbók til tey 9-12 ára gomlu. Borghild Sjúrðarberg týddi og bókin er 136 blaðsíður og heft.

Bókin ‘Eitt skrímsl kemur’ eftir Patrick Ness til stór børn og ung hevur vunnið fimm av fremstu heiðurslønum, ið verða latnar barnabókmentum í Onglandi. Bókin snýr seg um Connor, sum hvørja nátt fær vitjan av einum skrímsli. Við at tosa við skrímslið búnast Conor og fær styrki at møta sínum egna ótta og sorg, sum kemst av at mamma hansara er sjúk av krabbameini. Bókin er 215 blaðsíður og er heft við klaffum. Ása H. Ellefsen týddi.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur tær fimm bøkurnar út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo