Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, fríggjadagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Annar teirra er partur av kendari smittuketu. Ikki er greitt, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.

1794 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 283.936 kanningar.

741 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 691 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 49 persónar smittaðir við koronu, og 235 fólk eru í sóttarhaldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo