40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í eina førinum er smittan staðfest við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar. Í hinum førinum er talan um ein skúlanæming, har smittukeldan er kend.

963 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 27 smittað í Føroyum.

Í gjár vórðu 314 fólk koppsett. 97 fólk fingu fyrra prikið og 217 fólk fingu tað seinna.

178 fólk vórðu koppsett á Vágum í gjár, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Skúlanum á Giljanesi.

Nú hava 37.106 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.140 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 72.246 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo