Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Týdningarmikið er at hyggja inn í seg sjálvan og finna útav, hvussu støðan er innaní.

Eru vit í andaligari javnvág, hava vit førleikan at meta um. Onkuntíð varpa vit órudd út í rúmið, órudd, sum ikki er aðrastaðni enn innaní okkum sjálvum. Útsøgnin er ein sjálvsmynd.

Hin kristna trúgvin hevur orð Jesu sum innihald og vegvísara. Trúgvin er ætlað at fevna øll menniskju. Frelsa Guðs í Jesusi Kristi umfatar øll og er alra møguleiki.

Tó, sannur kristindómur er ikki ein spegilsmynd av manna hugsan. Grundvøllur trúarinnar er Guðs egna opinbering av sær sjálvum. Á hesum fundamenti er rúm fyri øllum menniskjum, hóast ikki alt, vit takast við, er sambæriligt við grundarlagið.

Nakað er gott og gagnligt. Annað er uttan dygd og góðsku.

“Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs.” (Matteus 7,13).

Portrið er trongt, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs. Sagt verður, at fá finna tann smala vegin. Skriftin umtalar henda sannleikan.

Burturav at hyggja inneftir er valla nøkur varandi og haldbar loysn. Útsýnið verður smalt, um ljós ikki verður varpað inn yvir økið uttanífrá, tí torført er at meta um seg sjálvan.

Skaldið bað hesa bøn: “Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin.” (Sálmur 139,23-24).

Gerningur heilaga andans er at gera Guðs orð livandi í hjørtum várum. Okkum tørvar andans hjálp, um vit skulu kenna okkum sjálv og kenna Jesus sum frelsara. Sagt verður, at andans uppgáva er at sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm.

Tráanin eftir Guðs rættvísi er vegurin frameftir, tí í okkum sjálvum er dygdin avmarkað. Frameftir vegnum til rættvísi koma vit til tvinni fyribrigdi, ið vit við egnari megi einki fáa gjørt við. Tað fyrra er syndin, sum í okkum býr. Tað seinna er dómurin, ið verður sagdur sum úrskurður um lív og levnað.

Sáttargerðin í Jesusi Kristi er neyðug, um vit skulu ognast Guðs rættvísi og verða leys við dómin yvir syndina. Kristnin stundar í trúnni á náðina, at vit í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara ognast Guðs rættvísi. Andin leiðir okkum til sannleikan, so vit síggja álvaran, at syndin – tvørrandi álit á Guðs orði – ikki einans er hjá grannanum, men býr í mær.

Skilagott er at vera eyðmjúkur í ákallan og bøn. Vit mega stríða trúarinnar góða stríð.

Vit mega lata anda Guðs rannsaka hjartað og nýru, áðrenn vit nýta stór orð um egnar dygdir ella tvørrandi góðsku næstans.

Tá ið vit eru til fyrilestrar, selur tað altíð væl at endurgeva heimspekingar og onnur lærd fólk. Ein teirra er danin Søren Kirkegaard (1813-1855), sum mangan verður endurgivin fyri vísdóm og klók orð.

Tað var áhugavert at varnast, at Kirkegaard viðger møguleikan fyri ævigu nærveru ella fráveru Guðs. Vit, ið prædika, tosa mangan um teir báðar vegirnar. Hin smali vegurin førir heim í Guðs ríki, og hin breiði leiðir til undirgangs.

Onkuntíð hoyrist, at vit eru snævurskygdir prædikumenn (m/k), ið ikki eru komnir víðari í hugsan og lærdómi. Onkuntíð verður mælt ímóti og sagt, at ein góður Guð tryggjar og hevur umsorgan fyri, at alt endar væl.

Kirkegaard minnir á, at tá ævinleikin er í Guðs hondum er skilabest, at hvør hevur nóg mikið við sjálvan seg. Hygg inneftir, áðrenn tú hyggur úteftir. Vit mega biðja Guð kanna støðu okkara. Umráðandi er ikki at úttala seg um ævigu lagnuna hjá øðrum.

Tveir vegir og tvinnir møguleikar eru lívsins álvarsemi. Valið er okkara. Guðs náði er ein útrætt hond, men menniskjan má taka ímóti útrættu hond Guðs. Vit mega biðja um andans hjálp og styrki til at siga ja takk til Guðs frelsu.

“Í ævinleikanum vil tað tess vegna vera lætt at skilja ímillum rætt og órætt. Men, sakin er, at í ævinleikanum skal tú ikki á fyrsta sinni gera skilnaðin. Tú vilt í ævinleikanum verða dømdur alt eftir, um tú í jarðarlívinum hevur gjørt tað, sum ævinleikin vil hava gjørt. Tí hvat er tað æviga? Tað er munurin ímillum rætt og órætt.

Tað er ævinleikans hugsan, at í tí jarðiska lívinum skilja menniskju seg hvør frá øðrum, í ævinleikanum er skilnaðurin.” 1)

“Tí ódeyðiligleiki er dómurin. Ódeyðileiki er ikki eitt framhaldandi lív, sum varir óendaliga, men ódeyðileiki er ein ævigur skilnaður millum tey rættvísu og órættvísu. Ódeyðileiki er ikki framhald, ... men ein skilnaður, sum er ein fylgja av tí, ið hevur verið.” 2)

Guð gevi okkum hegni at hyggja inneftir og taka dagar ímillum rætt og órætt. Amen.

Orðið: ”Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra.” (Matteus 13,43).

Gleðiliga hvítusunnu!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Heimild:
1) Søren Kirkekegaard, Samlede Værker, Bind 13, Gyldendal 1978, bls. 197.
2) Søren Kirkekegaard, Samlede Værker, Bind 13, Gyldendal 1978, bls.194-195.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo