Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið í Keypmannahavn hevur handtikið og skuldsett tvey fólk, eftir at ein mannamúgva í gjárkvøldið hongdi eina dukku, sum skuldi eitast at vera danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, upp í ein pela á Frederiksberg og settu eld á dukkuna.

Fólkini eru skuldsett eftir eini serligari grein í revsilógini, sum snýr seg um álop á landsins stjórn. Revsikarmurin er fongsulsrevsing upp til 16 ár.

Um hálsin á dukkuni hekk eitt skelti við áskriftini "hon má og skal avlívast".

Teir handtiknu eru tveir mans í 30 árunum.

Fleiri fólk vóru til staðar, tá hendingin fór fram, og politiið, sum hevur samstarvað við fregnartænastuna, sigur, at tað kann ikki útilokast at fleiri fólk verða handtikin.

Tíðindastovan Ritzau skrivar, at tað var felagsskapurin "Men in Black" sum skipaði fyri hendingini. Felagsskapurin hevur sum eitt aðalmál at mótmæla átøkunum ímóti korona farsóttini, sum limirnir halda eru alt ov víðgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo