Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hitin í tilveruni skapar saman við ljósi og vatni gróðrarlíkindi fyri menning og vøkstri. Sjálvt um hitin kann málast í stigum, nýta vit orðið í myndatalu, t.d. at tað er heitt teirra millum, ella at kærleikin kólnar.

Hitin í tilveruni við atliti at nærleika verður staðfestur við myndini av einum hjarta. Tíðliga læra børnini at avmynda kærleikan til foreldrini. Svárar løtur á barnadeildini á sjúkrahúsinum staðfesta symbolska týdningin av hjørtunum. Tá ið ástir verða lagdar, er myndin av einum hjarta ein heit útsøgn. Á sosialu miðlunum hevur hjartað eina serstøðu í gleði, kærleika ella samkenslu.

Í miðalgóðum føroyskum veðri vóru vit ávegis inn á gongugøtuna í Esbjerg. Komu framvið einum handli, ið seldi gravsteinar. Frammanfyri handilin var eitt stórt øki skipað eins og ein uttandura sýnisgluggi. Gravsteinar í øllum støddum, sniði og príslegu. Framsýningin vakti áhuga. Serliga vóru motivini á steinunum til umrøðu.

Í hesum sorgblíða huglagi letur í einum barni: “Mær dámar best steinin við tveimum hjørtum, eitt til mammu og eitt til pápa.” 

Ein reinlynt útsøgn, ið sigur sannleikan beint fram. Foreldrini eru barnsins upprunaheimur. Hugaligt tá ið børnini av sær sjálvum staðfesta foreldranna góðsku og kærleika. Tað er umráðandi, at børnini hava tryggar umstøður, merkja nærveru og kærleika.

Løtan við uttandura sýnisgluggan staðfestir, at børn hugsa djúpari, enn vit mangan geva gætur. Barnið hugsaði fram í tíðina til hin seinasta dagin, tá ið foreldrini vórðu løgd til hvíldar. 

Barnið ynskti, at ein gravsteinur við tveimum hjørtum varð reistur við leiðið, tá ið foreldrini vórðu jarðað. Útsøgnin lýsir eina hjartaliga tøkk til foreldrini. Tá ið skeiðið er runnið, stendur lívgandi samvera og fjálgur tryggleiki avmyndaður við tveimum hjørtum. 

Eingin orsøk er at gera mynstrið bjartari ella daprari enn neyðugt. Lívið hevur allar tíðir verið ein avbjóðing, ið skiftir karakter, sum tíðirnar broytast. Vit mega vera hjástødd í teimum veruligu umstøðunum, gagna og dugna. Tað er ikki nóg mikið at hava eina rætta fatan av teim røttu viðurskiftunum.

Saman við kjarnufamiljuni mynda hjúnaskilnaður og stakir uppihaldarar familjumynstrið. Hóast foreldrini hava evstu ábyrgd av børnunum, er tað skilagott, at hin einstaki, familjan, kirkjan og samfelagið lyfta í felag, skapa umstøður og karmar.

Verður hugsað um børnini, er tað til allar tíðir ein avbjóðing at veita teimum tryggar karmar um lív, menning og vøkstur. Til tess er neyðugt, at børnini hava fyrstu raðfesting bæði í hjúnalagi, parlagi, hjúnaskilnaði og lívi teirra, ið eru stakir uppihaldarar.  

Børnini eru okkara dýrasta ogn, aðalendamálið og uppgávan. Eingin er fullkomin, so skilagott er at kanna hugburðin, gera møguligar ábøtur á lívslagið og skapa batar. Í dag hava vit møguleikan at raðfesta børnini í fremstu røð. Mangt, ið ikki er í lagi, kann rættast í komandi tíðum.

Komin inn á gongugøtuna var ein kaffikoppur góður, meðan konan vitjaði handlarnar. Einsamallur í stórari fólkamongd rann mær í huga ein túr við línuskipi fyrst í átti árunum í undanfarnu øld. 

Vit royndu við Rock All í fagrasta veðri. Hóast dýrdarveður rullaði illa, tí tað er aloftast alda í sjónum á teimum leiðunum. Arbeiðið umborð var skipað, og mín lutur var saman við tveimum øðrum at vera fastur fúsur um náttina, tá ið línan skuldi setast. Árini vóru góð, og vit ungu sóu lætt uppá lívið. Á vaktini var ein tilkomin maður, ið vit mettu gamlan. 

Eina náttina, tá ið tann tilkomni maðurin tók stampar niður úr hjallinum, síggja vit eitt hjarta koma undan skjúrtuni. Hetta dámdi okkum, og vit argaðu viðkomandi undir allari setuni og spurdu, hvør kvinnan var. Hin tilkomni var høviskur, tigandi og álvarsamur. Loksins fingu vit ringa samvitsku, men tá høvdu vit long argað í tímavís.

Tá ið morgunmaturin kom á borðið kl. 06 á morgni, og deksvaktin tørnaði út, fór hin tilkomni maðurin úr skjúrtuni og vísti okkum hjartað, ið var rist inn í armin. Áskriftin var als ikki, sum vit væntaðu. Pílurin, ið fór ígjøgnum hjartað bar eina sjáldsama áskrift við odd og vel: Faðir og móðir.

“Síggja tit! Faðir- og móðurkærleikin er sannur og reinlyntur. Tit tosa um konufólk, tað er ein annar kærleiki!”

Síðan hoyrdu vit kærleikssøguna hjá einum fiskimanni, ið troytti fjarleiðirnar  vesturi í havi. Túrarnir vóru einar fýra mánaðir. Ætlanin var at giftast, tá ið skipið kom heimaftur. Tó, gentan hálsaði um og gjørdi tað liðugt. Tveir mánaðir seinni fekk hann boðini í einum brævi, tá ið farið varð inn at bunkra í fremmandari havn.

Tá ið kærleikin millum menniskju kólnar ræður um hóvsemi. Eitt forlovilsi er ein  royndartíð. Vit eru mong, ið kenna fyribrigdið. 

Skriftin sigur, at Guðs kærleiki í Jesusi Kristi fellur ongantíð burtur. Amen.

Orðið: “Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið!” (Kolossubrævið 3,21).

Jógvan Fríðriksson bispur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo