Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Javnleikur, 1-1, millum Manchester United og Bournemouth er ikki rætt eftir pappírinum, men sum uppstillingin var hjá venjaranum José Mourinho, við tveimum seinum leikarum í front, kundi ikki roknast við øðrum.

Zlatan og Rooney har frammi vísti seg eisini at vera ein fadesa. Nakað heilt annað, so átti Zlatan at fingið reytt kort fyri ein ófantaligan alboga.

United-liðskiparin gjørdist í dag sætti leikarin hjá felagnum sum hevur leikt 550 dystir, men Rooney hevur ikki skorað í sínum tíggju seinastu Premier League-dystum á Old Trafford. 

Hetta er vánaligasta sesongin hjá Rooney á egnum grasi síðani hann kom til United í 2004. Tað átti at verið nokk til at liðskiparin sat á beinkinum eisini henda týðandi dystin.

Zlatan var ikki meira enn 80 prosent við í dag, og tað sást eisini skilliga, tá ið hann brendi eitt brotsspark. Zlatan er álitið hjá United, og hevur hann ikki ein góðan dag, so klárar United seg ikki.

Rashford kom inn, og Rooney fór út, og tá fekk United skjótt eitt brotsspark, sum kundi havt avgjørt dystin, um Zlatan var 100 prosent klárur.

Skjótu leikraranir hjá Bournemouth hildu lív í dystinum, sum hevði tað mesta bæði ein og annan vegin, ikki minst av spenningi.

Og við 10 monnum á vøllinum fekk Bournemouth eitt gott og uppiborið úrslit.

Málmaðurin hjá Bournemouth, Boruc, var avgjørt dagsins leikari í dystinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo