Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hesa seinastu tíðina eru stórir partar av heiminum meira ella minni steðgaðir upp. Ikki minst í Evropa og Norðanlondum. Orsøkin er Corona. Fleiri lond steingja síni mørk og sambandið við umheimin gerst avmarkað. Virðisbrævamarknaðurin kring heimin hevur ikki verið fyri so stórum fallið síðani kreppuna í 2008. Fíggjarligir hjálparpakkar verða lagdir fram fyri at halda samfeløgum koyrandi. Tað búskaparliga systemið vísir seg at vera viðbrekið, tað ridlar í hesum døgum og tað valdar ein stórur ótti í øllum heiminum.

Heimurin hevur annars koyrt við fullari ferð. Í Føroyum hevur samfelagið eisini koyrt við fullari ferð og tað sama kann sigast um lívið hjá hvørjum einstøkum. Øll hava úr at gera við at røkja arbeiði, familjulív, frítíðarítrív, og øllum øðrum sum gongur fyri seg í samfelagnum av ymiskum slag. Tað hevur bara verið ein sjálvur sum hevur kunna sett sínar egnu forðingar. Men nú coronavirusið, COVID-19, er komið til Føroyar, steðgar alt upp - bókstaviliga.

Landsstýrið ger saman við heilsuverkinum eitt megnar arbeiði fyri at Føroyar skal koma so væl sum tilber ígjøgnum hesa tíð. Tað verða ymisk tiltøk sett í verk, sum gera, at ferðin og interaktiviteturin í samfelagnum minkar so nógv sum tilber. Hetta, fyri at fyribyrgja, at tey sum eru í serligum heilsuligum vandabólki í minst møguligan mun skulu útsetast fyri smittuni. Tað ger at vit eru tvungin til steðga á, um vit vilja tað ella ikki.

Hetta, at verða tvungin til at steðga á, setur alla tilveruna í eitt størri perspektiv. Fólk verða eggjaði til at avmarkað seg til at vera í egnum heimi og hava minst møguliga kontakt við onnur. Ferðir verða avlýstar. Allur ítróttur er meiri ella minni avlýstur. Mentanar tiltøk eru avlýst. Í Evropa eru fleiri av størstu ítróttargreinunum avlýstar, konsertir verða avlýstar og nógv annað sum ein nú brúkar tíð og orku uppá at fylgja við í og hyggja eftir er avlýst.

Hvat er so eftir?
Hvat skal ein tosa um?
Hvat er tað sum veruliga gevur lívinum virði og gerandisdegnum innihald?

Hetta eru viðkomandi spurningar at seta sær sjálvum í hesum døgum.

Hóast nógv góð tiltøk vera sett í verk bæði her heima og um allan heimin, og læknavísindin arbeiðir av øllum alvi fyri at koma við loysnum uppá støðuna, so er tað eingin sum veit hvussu leingið Coronavirusið kemur at vara við og hvørjar avleiðingar hetta kemur at fáa fyri okkum og okkara samfelag.

Í øllum hesum er eitt, sum er heilt víst og tað er, at tað er lív og vón at heinta hjá Gudi. Hansara Orð og lyftir eru ævig, eisini í hesum Corona tíðum.

Nú tá tú ert tvungin til at steðga á, so lat ikki ótta og stúran fylla tína sál og sinn, men játta Guds livandi Orð yvir títt lív, tína familju og tínar umstøður.

Sálmur 121 sigur:
1. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?
2 Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.
3 Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!
4 Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!
5 HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni;
6 sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina;
7 HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína.
8 HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir.

Vit vita ikki hvussu morgindagurin sær út, ella næsta vikan, ella tíðin aftaná Corona o.s.fr., men eitt er sikkurt og víst og tað er, at øll okkara hjálp kemur frá Harranum og harvið eisini friður og tryggleiki.

Leita til Hansara og lat Hann hjálpa tær - og lat Hann hjálpa tær at hjálpa øðrum.

Búgvi V. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo