Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Amerikanska valið er í hæddini, og verður ikki liðugt fyrsta dagin.

Her heima fara vit á kommunuval í dag. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit hava álítandi eftirlitsfólk og uppteljarar. Tað eru nokk fá, um nakar, ið ivast í at úrslitið eftir kommunuvalið er rættvíst.

Tað eiga vit at vera sera takksom fyri, tí tað er ongin sjálvfylgja. Als ongin sjálvfylgja.

Hinumegin hylin stendur illa til.

Har hava miðlarnir og stóru tøkni- og samskiftisrisarnir, av sínum eintingum avgjørt, at Biden skal vera Forseti næstu 4 árini. Grundlógin er sett til viks, og kenslur og ynskir seta dagsskránna. Tað er fullkomið vanvid.

Eftirspælið er júst byrjað. Eins og Al Gore á sinni, so gongur Biden runt og tosar um administratiónina, ið hann longu heldur seg eiga. Og hettar hevur stórar fylgir um allan knøttin.

Hvør veit? Kanska fer Biden eftir hettar, at seta sítt egna Gore-PowerPoint saman, og ferðast heimin runt, at tosa um Armageddon innan 12 ár.

Men eg hugsi serliga um skaðafrøina, ið vit menniskju duga illa at stýra. Vit eru heilt einfalt sera illa før fyri, at gleðast í viðrákið, og at takað mótrákið upprøtt. Tað er galdandi fyri okkum øll. Og í einum sosialistiskum heimi, er tað fyri tey ungu næstan íborið, at fáa ilt av at øðru gongst væl.

Gleði og rómur hevur runga í mongum gøtum í ymiskum statum í USA, síðani fjølmiðlar ábyrgdarleyst valdu sín mann, ið ætlanin er at skifta út við varamannin (svørtu Harris, ið var indisk áðrenn) stutt eftir valið.

Her hugsi eg um hvussu hesi somu menniskju, høgt elskaði av Gudi, hava tað kensluliga um nakrar vikur. Tí gleðin verður stutt. Veruleikin kagar aftur fram, tá miðlar mugu lúta. Og hvussu hava hesu menniskju tað tá.

Eg hugsi við sorg um hettar. Tí var Trump Derangement Syndrome (TDS) farið illa við teimum undan valinum, so ímyndi tykkum hvussu tey hava tað um nakrar vikur. Summi teirra fara ikki at orka tilveruna meir. Og yvir mangt at USA eru ómetaligar ognir oyðilagdar og menniskju illa viðfarin.

Tíðindastovur og demokratiski flokkurin (ið eru samantvunnin í dag), fara í eitt beinleiðis media-kríggj, og píska harvið stemning og kenslur upp. Úrslitið verður syrgiligt.

Tað ið eg vil siga, er at nú tá menniskju eru gjørd so veik, at tey ikki kenna kyn sítt, ikki minnast hárlit sín, hava tørv á "safe spaces", og eru bangin fyri orðum, tí tey blíva lætt fornermaði, Ja, so verður tað ringt at svølgja, at Trump skorar í yvirtíðini, og verður svorin inn aftur, fyri aðru ferð.

Eg meini hettar við eyðmýkt, tí eg vildi so gjarna havt, at hesi ungu høvdu nakað nógv betur at ganga upp í. At tey høvdu eitt djúpri innihald í lívinum enn hettar. Tí Trump frelsir ongan. Hansara blóð reinsar ongan frá synd. Hann er ikki tann ið koma skal, vildi onkur sagt. Nei, Jesus er yvir øllum hesum, og tað er bert kraft og frelsa í Honum og Hansara Blóðið.

Viðvíkjandi hesum heimi, so hava hesi gøtudansandi menniskju (ið brádliga kunnu savnast uttan masku í túsundatali) fullkomiliga gloymt, við miklari hjálp frá miðlum, at tað eru ikki miðlar og tøkni- og samskiftisrisar, ið velja amerikanska Forsetan og Varaforsetan. Tí amerikanski Forsetin verður valdur av fólkinum (We The People).

Hvør statur sær, velur sínar umboðsmenn, ið eru 538 í talið. Hesir 538 umboðsmenn velja síðani ein Forseta, ið umboðar vilja fólksins.

Har er onki í grundlógini ið nevnir miðlar og tøkni- og samskiftisrisar, tá talan er um at velja nakran Forseta, Varaforseta, Senator ella umboðsmann til Kongressina. Fólkið velur hesar allar.

Nú detta val-beinagrindirnar úr skápinum í hópatalið, og miðlar renna burtur frá tíðindafundum, sum ketta frá agurk. Men rennast kann ikki endaleyst. Og tá miðlamenn so hætta sær at spyrja talskvinnuna í Hvítu Húsunum onkran eldfiman spurning, so eru teir eftirhondini eitt sindur afturhaldandi og varnir, eins og ein ið steikir bacon nakin. Tí teir fáa mangan gamlar syndir hjá sær sjálvum aftur í høvdi.

Nú vanvirðir miðlaheimurin seg sjálvan, við at stilla víðari frá tíðindafundum, so at menniskju ikki skulu hoyra um hettar ætlaða, og skjótt miseydnaða, statskvett. Og teir uppføra seg sum eitt slag av moralskari yvirvág, ið skal seta onnur uppá pláss.

Miðlaheimurin er rasandi inná Trump, tí hann ikki bakkar og viðurkennir tað, ið miðlaheimurin metir vera ein ósigur á valinum. Og samstundis gloymir miðlaheimurin, at tey ongantíð hava góðtikið, at hann vann valið í 2016, og at tey hava spilt virðismikla tíð við leysasøgum um Russland og Ukraina.

Meirilutin av journalistum eru í dag ómetaliga einsporaðir og avgjørdir. Teir eru aktivistar. Teir vilja ikki hoyra nakað lagt fram, ið ikki passar inn í frammanundan avgjørdu søguna. Teir hava sína ætlan við søguni, og teir leita av alvi eftir tílíkum, ið kann styrkja søguna og ætlanina við henni.

Hevur nakar ein annan vinkul ella nakað mótsigandi at bera fram, so verður viðkomandi ikki tikin fyri fult, og verður enntá tillátursgjørdur í greinum og sendingum. Mong dømi eru um tað.

Feskasta dømi er Forsetavalevni Biden, ið nú skal eitast at hava vunnið valið. Og hettar er bara ikki so. Tí feita konan er ikki komin upp á opera-pallin enn.

Fleiri rættarligar avgerðir skulu takast, áðrenn Biden av røttum kann kalla seg valdi Forsetin.

Eitt hav av søgum um umfatandi valsvik við valseðlum, vera júst nú kannað av løgfrøðingum, Senatorum, Dómarum, Hægstarættardómarum og statsautoriseraðum eftirlitsfólkið. Og amerika kemur ikki ígjøgnum hettar, uttan at reinsa valið fyri hettar svik. Tí hettar er í dag so rúgvismikið, at tað er ógjørligt at kallað tað konspiratiónir.

Sum ein kinesari í USA segði so væl, so hevði hann ikki flutt til USA fyri 20 árum síðani, um hann visti av at demokratarnir fóru at gerast til eitt kommunistiskt partí, við endaleysum eftirlitið og valsvikið. So hevði hann tað sama kunna verið búgvandi í Kina.

Talan er m.a. um:

Eygleiðarar ið ikki sluppu at eygleiða.

Valseðlar ið ikki komu inn til tíðina, ella fleiri til sama veljara.

Deyðar veljarar ið hava valt, og valseðla troling á Ellis- og røktarheimum (ballot harvesting)

Bilar ið eru komnir við kassum av valseðlum á náttartíð, uttan nøktandi eftirlit.

Tøknilig brek í tabuleringsmaskinum, og vrakaðar valseðlar, ið alíkaval vóru taldir við.

Valseðlar ið eru dateraðir við afturvirkandi kraft, og valstøð ið við óreglusemi góvust at telja.

Brot á lógina hjá Benford, um leiðandi talið.

Video og ljóðfílar (duldar upptøkur) ið ófrávíkiliga vísa á týðiligt valsvik, frá m,a, Project Veritas, Turning Point USA, NTD, og mongum óheftum innan týðinda- og bloggheimin.

Nú tá talan er um deyðar veljarar, so var ein eg sá á FaceBook í døpurhuga, tí pápi hansara hevði stemma uppá Biden. Og hann visti at pápi sín hevði stemma uppá republikanarar, meðan hann livdi. Og eg skilji hann væl.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo