Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 28/2020 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, eftir tingskipanini §52 a.

Fyrispurningur um týðaraútbúgving, settur landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a).

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Er nakað fyrireikingaarbeiði gjørt fyri at seta í gongd útbúgving í føroyskum máli við týðing úr føroyskum fyri eyga?

2. Hvussu kundi ein týðaraútbúgving verið viðvíkjandi innihaldi, longd, og útbúgvingarstigi? Og hvussu skuldi hon verið skipað og hvør skuldi havt ábyrgd av slíkari útbúgving?

3. Nær kundi ein tílík útbúgving farið í gongd, og hvør er væntaði kostnaðurin?

Svar
Sum landsstýrismaður havi eg ikki verið í samskifti við avvarðandi lærustovnar um at seta í gongd týðaraútbúgving, men eg havi vent mær til Fróðskaparsetur Føroya fyri at fregnast eftir, um hetta slag av útbúgving hevur verið ella er í umbúna.

Svarið hjá Setrinum verður endurgivið í svarunum.

Til 1:
Ein útbúgving í týðing hevur verið umrødd á Fróðskaparsetrinum, og eitt sindur av fyrireikingararbeiði er gjørt á Føroyamálsdeildini.

Í løtuni verða valfrí skeið (10 ECTS) í týðing boðin út sum partur av útbúgvingini hjá teimum lesandi í Føroyskum.

Reglulig summarskeið við undirvísing í føroyskum máli eru fyri lesandi úr øðrum londum:- NORDKURS-skeið verða hildin fyri lesandi úr øðrum Norðurlondum, tvey ár á rað, og síðan er steðgur í eitt ár.

Skeiðini vara 3 vikur og eru sera vælumtókt við uml. 20 luttakandi hvørja ferð.

- Altjóða summarskeið verða hildin fyri lesandi uttan fyri Norðurlond eftir sama leisti, men tey eru eina viku styttri. Eisini hesi skeiðini eru vælumtókt.

Harumframt er ætlanin sum part av virkseminum hjá Útbúgvingini í listaligum arbeiði at skipa fyri summarskeiðum fyri útlendskum lesandi í føroyskum bókmentum, ritlist og týðing.

Væntandi verður fyrsta skeiðið av hesum slag boðið út í 2022 ella 2023.

Til 2:
Ein rættilig útbúgving í týðing hevði sannlíkt verið skipað sum ein MA-útbúgving (120 ECTS) og/ella eitt hjánám (90 ECTS).

Upptøkukravið hevði verið ein BA-útbúgving í máli, antin føroyskum ella fremmandamáli, sum útbúgvingin í týðing so bygdi á ella var framhald av.

Møguliga hevði eisini verið skipað fyri upptøkuroynd. Innihaldsliga hevði dentur verður lagdur á - skeið í týðingarfrøði - skeið í føroyskum máli, knýtt í týðing - skeið í bókmentum og mentanarsøgu.

Til 3:
Førleikarnir eru tøkir og eitt vísindaligt/fakligt umhvørvi er á Føroyamálsdeildini, men tað hevði kravt eitt sindur av fyrireiking (uml. 1 ár) og undir øllum umstøðum eitt akademiskt starv, t.e. 700.000 kr. árliga, umframt eina játtan til leysalærarar á uml. 200.000 kr. árliga og 140.000 kr. (20% 700.000) til vørur og tænastur, íalt 1.040 mió. kr.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo