Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Tann 13. og 14. februar kemur ein av fremstu rottuserfrøðingunum til Føroya at halda skeiðið “Týning av rottu og mús” fyri kommunum, ,matvøruframleiðarum, bóndum, flutningsfeløgum – herundir Strandferðslan, Posta o.o. Plássið til skeiðið er avmarkað. Nógv pláss eru longu farin, so vit mæla til skjóta bílegging, um tú skalt tryggja tær pláss.

Umframt Ann-Charlotte Heiberg kemur eisini Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni, sum fer at greiða frá spildurnýggju kunngerðini og Rólvur Djurhuus frá Búnaðarstovuni, sum fer at greiða frá teirra mannagongum, og hvat tey hava góðar royndir við. Tá skeiðið er liðugt fyrra dagin, hava øll møguleika at hoyra Munin greiða frá teirra skipan um skráseting av rottu, sum nakrar kommunur brúka í dag.

Kom á skeið og fá alla tí nýggjastu vitanina.

Avmarkað pláss. Tilmelding nú á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo