Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hetta er ein hjartastartari av slagnum LifePack15, tað vil siga hann kannar og fylgir við sjúklinginum og sendur samtíðis upplýsingar um sjúklingin til sjúkrahúsið.

Tað er Tyrlutænastan sum hevur keypt hjartastartaran í tøttum samstarvi við Ansni Tilbúgving, har Jógvan Jensen er leiðari. Eitt samstarv sum nú hevur vart í 20 ár.

Ansni Tilbúgving hevur samstarv við donsku Beredskabsstyrelsen og norska Norsk Luftambulanse, fyri at fáa eina so relevanta útbúgving sum gjørligt, og í tí sambandi er Niels Jensen frá Physio Control komin upp til Føroyar at undirvísa.

Umframt at hava fingið henda nýggja og framkomna hjartastartaran, so hevur Tyrlutænastan eisini fingið eitt Lucas hjartamassasju tól.

Her eru myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo