Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tann høvuðsmistonkti týskarin var við búbili sínum á feriu tann dagin trý ára gamla bretska gentan hvarv fyri 13 árum síðani.

Týskarin var á økinum í einum hvítum og gulum búbili, skrivar BBC.

Tann 43 ára gamli týskarin situr í dag handan rimar í týskum fongsli fyri eitt mál sum ikki hevur nakað við Madeleine McCann at gera, sigur løgreglan.

Maðurin er eisini revsaður fyri onnur kriminell mál.

Mark Cranwell í Scotland Yard sigur at týskarin vitjaði Algarve í Portugal ofta millum 1995 og 2007.

Tá ið tann trý ára gamla Madeleine McCann hvarv, 3. mai 2007, var týskarin 30 ára gamal.

Løgreglan veit at týskarin var í Praia de Luz har sum familjan McCann helt feriu, tá ið gentan hvarv. Búbilurin hjá høvuðsmistonkta var sæddur fleiri staðni á økinum, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo