

Nýggir formaðurin í CDU eitur Armin Laschet.
Tað er greitt eftir at formansval hevur verið í konservativa, týska stjórnarflokkinum í dag.
Armin Laschet er stjónarforseti í landslutinum Nordrhein-Westfalen, hann er sagdur at vera hóvligur og semjusøkjandi og ein av hollu stuðlunum hjá samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, sum fer frá tá val aftur verður í heyst.
Armin Laschet avloysir Annegret Kramp-Karrenbauer, sum avloysti Angelu Merkel í 2018, men sum longu nú fer frá aftur.
Vinnur CDU týska valið, sum verður í heyst, og semja annars er millum stjórnarflokkarnar, kann Armin Laschet gerast nýggjur týskur kanslari seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo