At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tilsamans 17 týskarar sum hava verið vaktarfólk í týningarlegum ella á annan hátt hava arbeitt fyri nazistarnar undir seinna heimsbardaga skulu í næstum fyri rættin í Týsklandi, tað boðar høvuðsákærin Thomas Will frá. Fyrstu tvey málini byrja nú í heyst og síðani fara fleiri at koma.0

Í tí eina málinum er ein 96 ára gomul kvinna ákærd, hon gjørdi tænastu í leguni Stutthof sum lá í hersetta Póllandi, í hinum málinum er tann ákærdi 101 ára gamal. Hann var vaktarmaður í leguni Sachsenhausen.

Týsk lóg er soleiðis, at mál um dráp ella viðvirkan til dráp fyrnast ongantíð, og orsøkin til, at hesi fólkini ikki vórðu ákærd beint eftir kríggið er, at tey vóru við til at vitna ímóti fólki í hægri størvum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo