Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Plastposar dálka illa í náttúruni og enda ofta við at verða etnir av til dømis súgdjórum í havinum. Men forboð er ikki besta loysnin.

Plastposar dálka illa í náttúruni og enda ofta við at verða etnir av til dømis súgdjórum í havinum. Men forboð er ikki besta loysnin.

Avgjøld er betri enn forboð - plastposar eiga at kosta 10 krónur, sigur felagsskapurin Plastic Change.

Í Týsklandi hevur samveldistingið samtykt at ganga somu leið sum fleiri onnur lond, serliga í Afrika, longu gera í dag, nevniliga at forbjóðar plastposar frá 2022.

Men tað er at gera umhvørvinum eina bjarnatænastu, tí plastposar kunnu brúkast fleiri ferðir, og tað kunnu pappírsposarnir, sum fara at koma ístaðin ikki. Tí verður nøgdin av burturkasti fleiri ferðir størri, siga umhvørvisfelagsskapir, og teirra millum er Plastic Change tann størsti.

Har halda tey, at besta gongda leiðin er at leggja avgjøld á plastposar, so fólk fara at brúka teir somu posarnar fleiri ferðir, ella ístaðin brúka net og taskur úr toyi.

- Vit halda, at um plastposin kostar 10 krónur, so fara fólk at taka ein posa við heimanifrá, tá tey fara til handils, sigur Anne Aittomaki, sum er ein av teimum sum stendur á odda fyri Plastic Change.

Í øðrum londum, eitt nú Danmark, er avgjald lagt á, tá handlar útflýggja plastpostar til kundarnar. Í Føroyum er onki avgjald, men flestu handlarnir leggja kortini ein prís á plastpostar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo