Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi floksformaðurin og uttanríkisráðharrin í Danmark, Uffe Ellemann-Jensen er deyður. Tað skriva danskir miðlar í morgun. Hann doyði eftir at hava verið sjúkur av krabba í fleiri ár.

Uffe Ellemann-Jensen, sum í Føroyum mangan varð skrýddur við titlinum at vera føroyavinur, var danskur uttanríkisráðharri árini frá 1982 til 1993. Hann var formaður í flokkinum Venstre, har sonurin Jakob nú er formaður.

Jakob Ellemann-Jensen skrivar millum annað á sínum facebookvanga, at hann longu leingist illa eftir pápanum, sum var honum ein hollur stuðul.

Uffe Ellemann-Jensen gjørdist 80 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo