Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tíðindastovan AP fær hvassan kritikk fyri at hava klipt ugandiska klimaaktivistin Vanessu Nakate úr eini mynd saman við fýra øðrum, hvítum aktivistum, skrivar NRK.

– Tit kliptu ikki bara ein persón burt, men eitt heilt kontinent, skrivar 23 ára gamla Vanessa Nakate, sum saman við millum annað Gretu Thunberg vóru avmyndað á einum Fridays For Future-tíðindafundi undir Davos í gjár.

Eftir tíðindafundin almannakunngjørdi The Associated Press (AP) myndina av aktivistunum, men Nakate var ikki á myndini. Tað «gjørdi meg sorgarbundna», sigur hon við Buzzfeed News.

– Eg græt, ikki bara tí tað er rasistiskt, men eg gjørdist sorgarbundin vegna afrikanska fólkið, sigur hon við Buzzfeed News.

Sambært NRK so almannakunngjørdi aktivisturin eina video á Twitter, har hon sigur millum annað at ikki-hvítar røddir verða tagdar burtur í klimatjakinum, meðan tað eru tær sum líða mest av klimabroytingunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo