Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tað eru nú fleiri sum gista á føroysku gistingarhúsunum. Í mun til mai-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við góðum 260%. Hinvegin minkaðu gistingarnar 40%, samanborið við mai í 2019.

Í mai vóru tilsamans knappliga 10.500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru nærum 7.600 fleiri gistinætur, samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í mai við sløkum 500% í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark trífaldaðist.

Føroyingar áttu helmingin av gistinætrunum í mai. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70%. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo