Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Olav Absalonsen um bókina: Gitte Klein hevur skrivað bókina Talgilda framtíðin – hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt? Bókin, sum kom út summarið 2020, ávarar ímóti at brúka tøkni ov nógv í undirvísingini. Hetta verður undirbygt við gransking innan sálarfrøði, bæði empirskari gransking og heilagransking. Bókin finst at, hvussu skúlar brúka nógvar pengar til tøkni, sum ikki er til nógva nyttu, um málið er læring, og ofta skaðar meira, enn hon gagnar.

Bókin er skipað í 19 kapitlar. Teir fyrstu lýsa tøkniligu gongdina í skúlunum. Aðrir kapitlar eru um heilan, viðgerðardýpd, uppmerksemi, multitasking, snildfonir í skúlanum, vitan og kunning, kognitiva menning, PISA, sBøkur, talgildisbúgving, koronaskúla og annað.

Tøkniliga ringrásin
Bókin byrjar við at lýsa tøkniligu ringrásina, sum er ein søguliga staðfest ringrás við tøkni í skúlunum. Tá ið eitt nýtt tøkniligt framstig er gjørt, roynir vinnan at ávirka skúlar at brúka hetta nýggja amboðið. Tað skapar vónir, og skúlarnir gera stórar íløgur. Tá ið tað vísir seg, at tað ikki verður so nógv brúkt, verður í fyrstu atløgu funnist at lærarunum fyri ikki at fylgja við tøknini, men tá ið lærarar so seta seg inn í hana, og tað kortini ikki førir til meiri læring, fær amboðið sjálvt skyldina. Og tá er okkurt nýtt uppfunnið, sum skal vera nógv betri. Og næsta umfar í ringrásini byrjar. Høvundurin vísir til gransking, sum sigur, at fyri hvørt umfar verða herferðirnar meira ágangandi, vónirnar størri, kostnaðurin hægri, og vónbrotini eisini størri.

Í 1970’unum gjørdu skúlar stórar íløgur í sjónvarpstól. Næmingar hugdu at filmum og gjørdu síðani uppgávur, sum filmurin var um. Hesar royndir vóru dýrar – bæði so og so. Flestu lærarar høvdu ringar royndir av hesum, og næmingar vóru sum heild ónøgdir. Eftir royndirnar við sjónvarpstólum var tíðin búgvin til teldur í undirvísingini. Stórar íløgur vórðu gjørdar í teldur. Á Handilsskúlanum vóru til dømis sokallaðir telduflokkar stovnaðir í 1996. Men tað stóra frambrotið innan læring kom ikki – heldur var tað hinvegin. Fyri tey, sum halda íløgurnar vera rættar, er tað lærarunum ella tilfarinum, tað má vera galið við. Í staðin skuldu tey lurtað eftir gransking, sum sigur, at snildfonir, teldlar og teldur lata møguleikarnar upp fyri multitasking, sum er nógv kannað sálarfrøðiliga.

Høvundurin torir at skriva tað, sum onnur kanska bara hugsa: KT-vinnan hevur havt eydnuna við sær at leypa ræðslu á politikarar, skúlafólk og foreldur við slagorðum sum ‘vit verða býtt, um vit ikki nýta tøkni í skúlanum’ og ‘tøknin er komin fyri at verða’. Hon samanber hetta við tubbaksídnaðin, sum í mong ár megnaði at billa fólki inn, at eingin vandi var við sigarettum. Apple brúkar skúlarnar í marknaðarførslu móti øðrum skúlum, sum ikki tora annað enn at ríða á tøkniligu bylgjuni av ótta fyri at verða lagdir undir at vera afturhaldssinnaðir.

Multitasking
Tað er væl dokumenterað, at multitasking er ein mýta. Tað, sum sær út til at vera multi-tasking, er í veruleikanum, at tú skiftir skjótt ímillum ymiskar uppgávur, sum ger, at minni kemur av skafti, og mistøkini verða fleiri. Kortini halda næmingar, at meiri kemur av skafti, tá ið tey gera fleiri ting samstundis.

Høvundurin vísir til fleiri kanningar, sum stað-festa hetta. Til dømis vísti ein kanning, sum varð gjørd við University of London í 2005, at intelligensurin hjá persónum, sum multitaska, fellur við 10 prosentum í miðal. Ein onnur kanning vísti, at tey lærandi vita ikki, hvussu nógv tey multitaska.

Teir sosialu miðlarnir koma inn og órógva undirvísingina, tá ið amboðið, næmingarnir nýta, er tað sama í undirvísing og í sosialum miðlum. Nógv tíð fer beinleiðis til spillis, og eisini óbeinleiðis, tí næmingarnir hava ilt við at hugsavna seg í øllum meldrinum, tá ið heilin ongantíð fær frið at hvíla, sum hann skal. Kanningar vísa eisini, at tað órógvar nógv at síggja onnur multitaska, sjálvt um tú ikki gert tað sjálvur; og er telefonin í nánd – tendrað ella sløkt – minka evnini at hugsavna seg.

Sokallaðar sBøkur minka um læriúrtøkuna júst tí, at tær eru sBøkur. Tað er umráðandi, at vit venja næmingarnar at gera eitt í senn, men kanningar vísa, at næmingar brúka meiri enn 40% av tíðini at klikkja ímillum snildini í sBókini, soleiðis at teir ikki halda fokus. At lesa á lýsandi skíggja møðir eyguni, og at rulla upp og niður órógvar lesingina.

Heilin og læring
Í kanning hjá Mueller og Oppenheimer (2014) er staðfest, at næmingar, sum skriva við hond, læra betur enn tey, sum skriva á teldu. Royndarpersónarnir lurtaðu eftir einum fyrilestri um evni, teir ikki vistu nógv um. Helvtin av teimum fingu teldur, og helvtin fekk pappír og penn. Tá ið talan var um at minnast faktuella vitan, var næstan eingin munur millum báðar bólkarnar. Men tey, sum skrivaðu við hond, høvdu skilt innihaldið í fyri-lestrinum munandi betur enn tey, ið skrivaðu á teldu. Munurin var signifikantur.

Aðrir granskarar hava kannað virksemi í heilanum hjá fólkum, sum skriva við hond ella á teldu. Hesar kanningar stuðla upp undir niðurstøðurnar hjá Mueller og Oppenheimer. Harumframt mæla heilagranskarar til at supplera tað at skriva við hond við at visualisera innihaldið (tekna, brúka pílar, myndir og symbol) fyri at fremja læringina enn meira.

Informatión og vitan
Tað er ikki óvanlig fatan, at tá ið nøgdin av informatión er vorðin so stór og løtt at koma at á netinum, er ikki neyðugt at vita so nógv longur, tí tú kanst altíð googla teg fram til in-formatiónina. Tað keðiliga við hesi fatan er, at tann, sum lítið og einki veit, dugir verri at leita eftir informatión og meta um hana enn tann, sum er meira vitandi. Í undirvísing og læring er tí umráðandi at hava í huga, at børn fáa eitt gott grundarlag av vitan og fatan, soleiðis at tey seinni – til dømis tá ið tey fara á miðnám – eru væl fyri at leita eftir við-komandi informatión um tað, tey arbeiða við.

Gitte finst at námsætlan í fjórða flokki, ið millum annað krevur, at næmingurin skal læra at nýta teldu sum amboð og leita fram upplýsingar, tí 10 ára gamlir næmingar fáa púrt einki burtur úr informatiónini, teir koma framá. Teksturin er vanliga ikki skrivaður til børn, og eingin serkønur lærari hevur viðgjørt tilfarið, soleiðis at børn kunnu fáa nakað burturúr. Harumframt verður lesingin avbrotin av nógvum leinkjum, sum barnið ikki er ført fyri at meta um, og fer tí lættliga av kós.

Leiðsla skal til
Fyri nøkrum árum síðani – tað var um ta tíðina, ið video-kanónir vóru hongdar upp í hvørjari skúlastovu, og hvør næmingur møtti upp við teldu, men samvirknar talvur vóru ikki vanligar – skuldu lærarar á miðnámi taka skeið, sum kallaðist Gymnasie-IT. Vit skuldu fylgja við tíðini, og útbúgvast at taka ímóti teimum nýggju avbjóðingunum. Tilfarið til skeiðið vísti seg at vera meiri námsfrøði enn kunningartøkni. Tey, sum høvdu gjørt tað, hava havt tann hugburð, at tøknin skal ikki yvirtaka undirvísingina, men heldur skal hon verða eitt nýtt amboð í amboðskassanum, sum einstaki lærarin kundi brúka, tá ið hann metti, at tað var hóskandi.

Tøknin er nógv ment síðani tá, men meginreglan er hin sama: nýggj amboð skulu brúkast við skili. Hamari og sag eru neyðug amboð hjá einum timbursmiði, og tey verða brúkt til tað, tey eru ætlað. Sterkari amboðið er, størri skaða kann tað gera, um illa vil til. Ein rund-sag er til stóra nyttu, men eingin hevði funnið upp á at givið børnum hana at spæla við. Somuleiðis er tøknin til ómetaligan skaða fyri læringina, um hon ikki verður brúkt við skili.

Yngri børnini eru, størri er vandin.

Tí er ikki skilagott bara at geva næmingum amboðið, læra teir at brúka tað, og vóna, at teir nýta tað við skili. Vitið vinnur sjáldan á løttum og stuttligum møguleikum, tí børn og ung megna ikki at taka ábyrgd av egnari nýtslu. Næmingarnir mugu hava reglur at ganga eftir og forboð. Tað er umráðandi, at leiðslur á øllum stigum skilja hetta vandamál, og draga eina línu. Næmingar gerast ørkymlaðir, um lærarar og skúlaleiðsla ikki standa saman.

Avbjóðingin kann vera, at vit ikki eru á einum máli um, hvussu og nær tøknin skal brúkast í undirvísing. Bókin Talgilda framtíðin rópar varskó, tí høvundurin meinar, at vit ikki hava tamarhald á, hvussu tøknin verður brúkt í undirvísingini. Leiðslustílurin tykist vera at lata standa til. Bókin kann lesast sum upplegg til kjak um, hvussu javnvágin skal vera ímillum at brúka tøkni í undirvísingini og ikki brúka hana.

Tey, sum ikki eru samd við høvundinum, mugu koma við kvalifiseraðum mótspæli, sum øll gransking skal hava – og vil hava. Tað er ikki nóg mikið at siga, at ein ikki trýr upp á for-boð, ella, at tøknin er komin fyri at verða. Tann fyrra útsøgnin kann ikki sannføra nakran, tí hon bítur seg sjálva í halan. Og tann seinna er ein staðfesting, men sigur einki um, hvat vit gera við tað, at tøknin er komin fyri at verða.

Bókin Talgilda framtíðin er neyðugur lesnaður hjá lærarum og øllum øðrum, ið fáast við skúlaskap. Aftast í bókini er ein langur keldulisti, ið er hentur hjá teimum, sum vilja lesa meira um evnið fyri at fáa eitt betri grundarlag at gera sær eina meting um tey vandamál, sum bókin vísir á.

Grein í Miðnámsrit 21

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo