Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur leingi  verið arbeitt systematiskt i Danmark  við at kanna, hvussu tey fólk, sum hava havt koronu, klára seg i gerandisdegi og til arbeiðis.

 Hesar kanningar eru rættiliga avdúkandi.

Tær vísa, at summi fólk, eisini ungdómar hava fingið ymisk brek, sum vónandi  ikki vera varandi. men hvørva seinni.

Akkurát hvat, ið er tann herviligasti skavankurin, ber illa til at meta um enn.  

Men eg havi frætt, at tey spurnarbløð, sum nógvir smittaðir friskir patientar hava fingið, siga eitt sindur um, hvussu álvarsamar fylgjur sjúkan KANN fáa hjá nøkrum fólkum  í øllum aldri.

Spurt verður m.a. um sansir. serliga SMAKK og LUKT.
- Um refleksir og koordinatión
- Um gloymsku og onnur kognitiv fyribrigdi.
- Um andadráttin.
- Um svøvnlag
- Um møði.
- etc.

Tað er eitt faktum, at sjálvt fólk við smávegis fepri og veikum symptomum kortini  eru rættiliga móð í rekonvalescens-tíðini. sova óvanliga leingi, gloyma ofta  ella  hava mist smakki- og luktisansin.

Statistiskt er lætt at finna tilfar í Danmark, men eftirsum Føroyar skjótt munnu líða at einum lítlum procenti av smittaðum fólki, átti man fyribils at kunna gjørt eina analoga kanning, so man kann vita, um tað er neyðugt við eventuellari eftir-viðgerð, serliga av yngri fólki. 

Beint nú hava okkara kønu menn, primert landslæknin og Pál Weihe nokk at gera við præventivum arbeiði, men teir kundu kanska fingið okkara hagstovudreingir at analysera tað statistiska tilfar, sum heilsumyndugleikarnir ráða yvir. 

Relevant spurnarbløð áttu at verið send øllum teimum smittaðu.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo