Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um sjónleikaran Kirk Douglas, sum doyði nú 103 ára gamal, ber til at siga, at hann í mong ár var ein væl umtóktur sjónleikari á nógvum økjum: ein stórur sjarmørur við mongum eginleikum, ið markera reystmansdirvi, hjartaknúsari, vælvaksin við legandariskari mannfólkahøku.

Hann átti høvuðsleikpartar í einum ótali av filmum.

Í 1958 átti hann høvuðsleikpartin í filminum The Vikings, sum varð tikin upp í Maaraugefjord í Hardangerfjørðinum í Norra.

Umframt Kirk Douglas, Tony Curtis og Jane Leigh, vóru nakrir føroyingar aktivir víkingar í filminum.

Undirritaði minnist 4 av teimum, sum vóru víkingar í Hardangerfjørðinum:
Peter Reinert, sum gjørdist kommunulækni og landsstýrismaður.
Finnur Johansen, sum gjørdist býráðslimur, rithøvundur o.a.
Ulf Zachariasen, á Føroyamálsdeildini.
Eyvindur Mohr, listamaður og fínmekanikari.

……Gone with the Wind….men tá var Clark Gable hjartaknúsarin….

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo