Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tann heimskendi rithøvundurin doyði í gjárkvøldið. Hann gjørdist 84 ára gamal.

Tað skrivar VG.

Eco var best kendur fyri sína skaldsøgu "Navn rósunar", sum kom út í 1980 og var seld í milliónum av eintøkum. Bókin var í 1986 gjørd til film við Sean Connery í leiklutinum sum munkur.

Men Eco var eisini kendur fyri at gera viðmerkingar um politisku støðuna í Italia og í restini av heiminum.

Fyri umleið einum ári síðani samanbar hann millum annað terrorfelagsskapin IS við nazismuna.

- Islamiski Staturin ella IS er eitt nýtt slag av nazismu við sínum oyðingarhátti og apokalyptiska ynski um at yvirtaka heimin, segði Eco við miðilin Corriere della Sera.

Eco var føddur í 1932 í lítla býnum Alessandria sunnan fyri Milano.

Hann giftist í 1962 við Renate Ramge, ein týsk kunstlærarinna, sum hann fekk ein son og eina dóttur við.

Hansara seinasta skaldsøga, "Nr. 0", kom út á donskum síðsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo