Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nýggjársaftan er eitt ár síðani Kringvarpið kærdi fyrrverandi løgmann Kaj Leo Holm Johannesen og fyrrverandi fiskiráðharra Jacob Vestergaard til Umboðsmannin.

Umboðsmaðurin gjørdi tá beinanvegin innleiðandi kanningar, og segði seg skula taka støðu til, um Umboðsmaðurin tók málið upp ella ikki.

Men síðani er einki hoyrt aftur frá Umboðsmanninum um hvørt Umboðsmaðurin tekur málið upp ella ikki.

Kæran hjá Kringvarpinum snúði seg um, at hvørki fyrrverandi løgmaður ella fyrrverandi fiskiráðharri vildu úttala seg í tí tiltiknu fiskivinnusendingini hjá Kringvarpinum. Jacob Vestergaard vildi bara úttala seg, um tað var beinleiðis.

Sambært sending í Degi&Viku tá, so segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, at løgmaður ikki ynskti at tosa við Jan Lamhauge í heila tikið.

VP sendi Umboðsmanninum ein fyrispurning um, hvussu gongst við málinum, og Umboðsmaðurin hevur svarað:

- Tað verður arbeitt við málinum í løtuni. Tað er torført at siga ítøkiliga, nær málið verður liðugt, sigur Umboðsmaðurin í svarinum.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo