Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í vikuskiftinum 14., 15. og 16. mai 2021, var ein stór altjóða ráðstevna í Kolumbia hildin á netinum “II Congreso Americano Fisioterapia en Salud Menta” har fysioteraputar úr øllum heiminum luttóku. Landssjúkrahúsið var eisini umboðað á ráðstevnuni um “Promoting Movement Quality through a Movement Awareness approach – in Mental Health Physioterapy”.

Lív Egholm, fysioterapeutur, var ein av høvuðstalarunum á ráðstevuni og greiddi í 30 minuttir frá fysioterapi í Psykiatriini á Landssjúkrahúsinum í Føroyum, við fokus á at fremja rørslukvalitet fyri sálarliga heilsu við støði í viðgerðarháttinum ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT), sum er ein fysioterapeutiskur viðgerðarháttur, ið verður brúktur innan psykiatri og somatik.

Seinastu 11 árini hevur ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT) verið ein av høvuðs viðgerðartilboðnum á fysioterapideildini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT) er ein ‘evidense-grundaður’ viðgerðarháttur, ið er samansettur av vanligum gerandis rørslum, sum vera gjørdar í róligum tempo fyri at økja um rørslukvalitetin, grundaður á MQM (Movement Quality Model), sum hevur fýra dimensjónir: Fysiskt, Fysiologisk, Psykiskt og Tilvera.

Við ”Basic Body Awareness Therapy” (BBAT) rørslum økist og styrkist kropsliga javnvágin, fríi andadrátturin og nærvera í dagligdegnum. Tað hjálpir ímóti nógvum ymiskum diagnosum, bæði psykiatriskar og somatiskar, so sum stress, ótta, schizofreni, depressión, maga-tarm sjúkueyðkenni, bipolar, etingarólag, persónleikaólag, psykosomatisk sjúkueyðkenni v.m.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo