Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Eftir at sjókortøkið bleiv yvirtikið 1. januar 2020 hevur Umhvørvisstovan miðvíst arbeitt við at taka heim umsitingina av sjókortunum frá Geodatastyrelsen í Danmark. Fyrstu starvsfólkini blivu sett í september 2020, og í samráð við danir síðst í farna ári, varð heimtøkuætlan gjørd fyri alt økið. Hetta merkir at Umhvørvisstovan sjálv umsitur alt sjókortøkið frá 1. januar 2022.

##med2##

rá 1. juli 2021 verða allar sjókortrættingar av pappír- og talgildum sjókortum  gjørdar og fráboðaðar av Umhvørvisstovuni. Hetta verður gjørt hvørja viku gjøgnum almenna fráboðanarháttin “Efterretninger for Søfarende”, sum er ein sjálvvirkandi fráboðanarskipan, ið øll skip hava atgongd til. Hetta merkir, at sjókortrættingar fyri føroysk pappírssjókort, sum áður vóru at finna hjá Geodatastyrelsen, nú einans eru tøk á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Rættingar til talgild sjókort verða útgivnar gjøgnum IC-ENC, so skip, sum hava ECDIS útgerð, framhaldandi fáa rættingarnar.

Les meir um sjókortrættingar her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo