At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Mikudagin 17. november 2021 skrivaðu United Kingdom Hydrographic Office og Umhvørvisstovan undir avtalu, sum slóðar fyri samstarvi millum heimsins størsta og helst heimsins minsta sjókort kantór.

Á UK - Hydrographic Office starvast umleið 900 fólk, meðan 4 fólk starvast á sjókort skrivstovuni á Umhvørvisstovuni.

Í sambandi við undirskrivingina vitjaðu varastjórin Rear Admiral Rhett Hatcher og deildarstjórin Jackie Sydenham. Fyri Føroyar luttóku stjórin á Umhvørvisstovuni, landstýrismaðurin Magnus Rasmussen og umboð fyri stovnar, sum hava við føroyska sjókortøkið at gera.

Avtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.

Avtalan tryggjar eisini at UK Hydrographic Office selur føroysk pappír sjókort og talgild sjókort til frítíðarsiglarar og onnur. Á henda hátt er tryggjað, at føroysku sjókortini vera tøk kring allan heimin.

UK Hydrographic Office gevur út bókina Sailing Directions, ið eisini inniheldur viðkomandi upplýsingar um sigling í føroyskum sjóøki og føroyskum havnum. Avtalan ger, at Umhvørvisstovan tryggjar, at føroysku upplýsingarnar eru rættar og dagførdar og verða tøkar á enskum.

Fleiri myndir á us.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo