At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Norska Kartverkert (www.kartverket.no) og Umhvørvisstovan hava gjørt samstarvsavtalu innan sjókortøkið, mánadagin 14. mars. 2022.

Samstarvsavtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.

Sum dømi kann nevnast, at samstarvspartanir kunnu nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum.

Umhvørvisstovan fegnast um at hava fingið hesa samstarvsavtalu í lag, ið er ein avtala sum ásetur karmarnar fyri framtíðar samstarvi við Noreg um sjókort.

Á myndini síggjast stjórarnir Sigurð í Jákupsstovu og Birte Noer Borrevik undirskriva sjókortavtaluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo