Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Leivur Nygaard

Mynd: Leivur Nygaard

Mynd: Leivur Nygaard

Tvøroyrar kommuna: Í viku 16, t.e. frá 12. til 18. apríl, verður Umhvørvisvikan á Tvøroyri. Umhvørvisvikan var fyrstu ferð fyriskipað í 2018 og var ætlanin at hava hana á hvørjum ári. 2020 gjørdist tó eitt heldur annaleiðis ár og var tí einki tiltak hetta árið.

Nú verður so aftur hildið tað vera ráðiligt at fyriskipa savnandi tiltøk, tó við atliti til aktuellu støðuna í landinum viðvíkjandi korona.

Á skránni eru fyrilestrar, framløgur, tónleikur, rudding, gongutúrur, marknaður, tilboð til borgararnar og mangt annað áhugavert.

Komandi vikurnar fer kommunan at varpa ljós á einstøku tiltøkini í Umhvørvisvikuni, ið øll hava til endamáls at varpa ljós á týdningin av at hugsa um umhvørvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo