Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður í døgunum 1. til 8. mai, verður sjóneykan sett á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti.  

Vit skulu gerast betri til at minka um okkara burturkast við at brúka minni tilfeingi og endurnýta tað, vit hava. Eisini er umráðandi, at vit skilja burturkastið og harvið økja um endurvinningina.  

Í ár verður ljós varpað á avbjóðingar, sum standast av burturkasti, og hvussu vit í felag kunnu loysa hesar. Tórshavnar kommuna ynskir saman við borgarum og vinnu at menna burturkastøkið.

Hvussu verða vit tilvitað um okkara nýtslu? Hvat er ein null-skrell lívsstílur? Hvat kunnu vit brúka fiskaavroð til? Kunnu vit minka um burturkast við kompost? Og hvussu kunnu vit skilja heima við hús? Hesir spurningarnar verða kannaðir í viku 18.

Tórshavnar kommuna leggur við Umhvørvisvikuni serligan dent á umhvørvið í eina viku. Hvørt ár verður eitt ávíst evni tikið upp, og undanfarin ár hava evnir sum eitt nú matoyðsl, klædnaendurnýtsla og plastdálking verið á breddanum.

Nærri kunning um skránna yvir tiltøk í Umhvørvisvikuni kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo