At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árliga Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu plagar at vera um várið, men í ár er Umhvørvisvikan útsett til september. Tað er sum vera man Covid-19, ið hevur gjørt tað neyðugt at útseta tiltakið, sum nú verður í viku 39, sum er frá 21. til 27. september.

Vónin er, at tiltakið til hesa tíð aftur kann skapa karmar um hugvekjandi kappingar, fyrilestrar og verkstovur, sum eggja okkum til at fara væl um náttúruna, sigur Turið Horn, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráði.

Umhvørvisvikan í ár varpar ljós á lívmargfeldi, sum fevnir um alt tað livandi fjølbroytni í náttúruni. Tað er nógv óvissa um, hvussu vit menniskju ávirka vistskipanir í náttúruni, millum annað tá vit brúka lendi, brúka evnafrøðilig evni og tilfeingi í náttúruni. Tí snýr lívmargfeldi seg eisini um, hvussu vit sum borgarar, vinna og kommuna kunnu bera okkum skynsamari at.

Fólkatalið í heiminum veksur skjótt og setir alsamt størri krøv til eitt nú matvøruframleiðslu og harvið eisini jarðarbrúk. Hóast hetta kanska ikki ávirkar Føroyar eins nógv og lond við størri landbúnaði, so hevur tað eisini týdning, at vit fara væl um okkara lendi. Regn og vindur gera sítt til, at jørð og mold verður máað burtur av náttúruávum, men mannaskapt árin so sum bit og velting kunnu eisini hava keðiligar avleiðingar fyri lendið.

Við Umhvørvisvikuni vil Tórshavnar kommuna leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka borgaranum og hjá kommununi sum heild. Hvørt ár verður eitt serstakt evni í sambandi við umhvørvi tikið upp. Fyrr hevur Umhvørvisvikan sett sjóneykuna á til dømis matoyðsl, endurnýtslu av klæðum og á plastdálking, fyri at nevna nøkur evni.

Vanliga verður Umhvørvisvikan hildin í viku 19, men í ár er hon útsett til síðst í september. Hóast tað ikki ber til at siga, hvussu støðan við korona er í heyst, kann roknast við, at tiltakið verður nakað øðrvísi enn undanfarnu árini. Men undir øllum umstøðum er ætlanin at skipa eitt gott og hugnaligt tiltak, sum øll kunnu fáa nakað munagott burturúr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo