Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kunningarstovan í Fuglafirði: Eins og undanfarin ár, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygardagin 28. mars kl. 20.30. Í hesum korona og umhvørvis-umhugsnu tíðum verður tað eitt #samanhvørsær #unplugged tiltak, har Johan Hentze fer at spæla dragandi og vónríkar trompet-tónar, har temaið er ljós.

Vit útnytta serliga amfi-teatur skapið, Fuglafjørður hevur, har Mentanarhúsið liggur sum pallur, og bygdin liggur eftir fjallasíðunum rundanum. Johan Hentze fer tískil at spæla nøkur løg úr Mentanarhúsinum móti bygdini. Vónin er, at um fólk fara útum ella lata vindeyguni upp, so berast tónarnir móti húsunum. Veðurforsøgnin er sera góð, eitt lítið lot, turt og heldur kalt, so tónarnir eiga at berast væl.

Einki ljós verður brúkt, so Johan stendur í myrkri, tí hetta er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á umhvørvistrupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkomin av okkara ovurnýtslu. Tí verða nærum øll ljós sløkt, eisini gøtuljósini í kommununi, ljósini á havnalagnum, sum ikki eru alneyðug, og ljósini á vøllinum.

Vónandi taka fólk í Fuglafirði aftur í ár væl ímóti átakinum og sløkkja allan óneyðugan streym hesa løtuna. Eitt gott hugskot er at tendra kertuljós at birta vón, og fara útum ella lata vindeyga upp at vita um trompet-tónarnir hoyrast. Ella bert at sita í kvirru við kertuljósum og frøast um, at hóast korona-sóttin herjar og noyðir okkum at vera heima, so hevur hon havt okkurt gott við sær, tí umhvørvið er ikki fyri so ógvusligari ávirkan, nú nógv virksemi liggur stilt og ferðslan er minkað munandi.

Fakta um Earth Hour

Earth Hour er eitt átak, sum WWF skipar fyri hvørt ár í mars. Einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta hendan dagin umhvørvið í brennidepilin.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo