Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sigrid J. Dalsgaard tók myndina

Sigrid J. Dalsgaard tók myndina

Sigrid J. Dalsgaard tók myndina

Runavíkar kommuna: Seinrapartin í dag skrivaðu borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen og Rúni Petersen, JHR, undir avtalu um at umvæla/umleggja havleiðingina í spillivatnskervinum í Æðuvík. Leiðingin fór illa í øgiliga uppganginum í februar í fjør, sum fór illa við spælhúsinum, nógvum av lunnunum, pørtum av dráttinum, syndraði niðasta partin av spillivatnsskipanini, sum nú verður umløgd og eisini fyltist fiskahúsið á myndini hálvgum við sjógvi í brimganginum ta ferðina.

Fyri á leið átta árum síðan fór Runavíkar kommuna av álvara undir at fáa skil á støðuni spillivatninum viðvíkjandi. Hon var alt annað enn góð. Ein ætlan varð løgd, og í stóran mun hevur Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, tikið sær av málinum síðan.

15 bygdir eru í Runavíkar kommunu. Komið verður ongantíð á mál spillivatninum viðvíkjandi, tørvur verður framhaldandi á umvælingum, sum nú í Æðuvík, men higartil hevur kommunan fingið tak á spillivatninum í Funningsfirði, Oyndarfirði, á Skála, í Søldarfirði, Rituvík og á Glyvrum.

Í Saltangará er komið væl ávegis, og eftir er at fáa leiðingarnar lagdar í Fjøruvegin, sum í hesum døgum verður neyvætlaður til útboð. Støðan er hin sama í Runavík. Í Æðuvík snýr tað seg um eina umvæling/umlegging eftir brimskaðar. Í Lamba er havleiðingin eftir at leggja, og nakað av boriarbeiði skal gerast í sambandi við hetta. Í Elduvík var komið á mál, men sum á øðrum brimplássum, eru avbjóðingarnar størri enn við firðirnar, tí er eisini tørvur á einari minni umlegging har í bygdini.

Gongd er í málinum í Funningi og í Skálafirði er nakað eftir at gera. Viðvíkjandi Skipanesi og Lambareiði er sett út í kortið, at farast skal undir at neyvætla spillivatnskervini í hesum bygdunum í næstum. Sambært ætlanini er málið rokkið í 2026 – undantiknar tær umvælingar, sum altíð fara at vera partar av hesum máli. Runavíkar kommuna setir árliga løgujáttan av til endamálið, hagartil spillivatnsætlanin er komin endaliga á mál.

Avtalan, undirskrivað í dag, kostar kommununi eina góða hálva millión krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo