Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

BirkBlogg: Eg vil siga, at við nýkomnu fløguni, "Runnin ár", er á fyrsta sinni lukkast at seta í glas og rammu eina serføroyska tónleikahevd, sum ikki kundi verið til uttan í fyrsta lagi Útvarpið, sum byrjaði í 1957, og síðan Tey av Kamarinum, sum samstundis fóru at spæla, og í triðja lagi tann veruleika, at Tonglatummas fór at seta føroysk orð til rútmurnar, orð, ið skaptu ein heimlandstóna, soleiðis at 1959 stendur sum hitt fyrsta árið við haldbarum føroyskum skaldskapi á plátu, við rocklýrikki, sum tey siga í øðrum londum.

Haldi, at við hesi útgávuni, "Runnin ár", hevur tað eydnast Halli og Jákupi sum aldri áður at fáa um hesa upprunarótina, foredlað og dagføra hana fram til dagin í dag, og so at gera eitt album við 12 nýggjum sangum, sum allir eru á føroyskum, sum eisini fáast á LP.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo